USA ynskir at Kina heldur uppat at koronukanna amerikonsk sendifólk í baktarmin

Summastaðni í Kina verður nýggjar háttur at kanna fyri korona nýttur. Hesin nýggi kanningarhátturin hóvar ikki myndugleikunum í USA

Sigurjón Einarsson
22. februar 2021 kl. 11:07

Nýggi kanningarhátturin gongur nágreiniliga fyri seg soleiðis, at ein vattpinnur verður førdur tveir til tríggjar sentimetrar upp í baktarmin.

Sambært kinverskum læknum er hesin kanningarhátturin meira úrslitagóður at spora virusið, enn at kanna gjøgnum nøs og munn.

Fleiri amerikonsk sendifólk hava verið kannaði við hesum nýggja kanningarháttinum, og tað hava tey verið alt annað enn nøgd við, skrivar Berlingske.

Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið heldur, at hetta er óverdugt og sigur, at mann kannar allar møguleikar fyri at fáa kinverjar at steðga við at kanna amerikonsku sendifólkini á henda hátt.

Júst nú er mann í holt við at kanna, um hesin kanningarháttur er í stríð við Wien- millumtjóðasáttmálan um sendiráðharrasamstarv, sum millum annað skal tryggja, at sendifólk kunnu røkja sítt arbeiði uttan at lata sær lynda ónáðir frá vertslandinum.