USA er størsti hernaðarligi stuðul hjá Ísrael, men umhugsar nú eina avgerð um at nokta stuðul til serliga eina deild hjá Israel Defense Forces (IDF). Tað skrivar Haaretz.
Talan er um deildina Netzah Yehuda, sum er stovnað við serligum atliti at ultra-Ortodoksum herfólki. Deildin hevur leingi verið undir illgruna fyri brot á menniskjarættindi. Sambært Haaretz byrjaði USA at kanna deildina longu í 2022, altso áðrenn aktuella stríðið sum byrjaði av álvara aftaná Hamas leyp á Ísrael tann 7. oktober í fjør.
USA umhugsar avgerðina í samband við "Leahy lógina", sum forbjóðar hernaðarligan stuðul til bólkar sum fremja brot á menniskjarættindi, skrivar The Guardian. Tað inniber, at deildin ikki longur fær pening, útgerð ella venjing frá USA.
Fleiri í ísraelsku stjørnuni, eitt nú forsætisráðharri Benjamin Netanyahu, hava talað at ætlanini.