USA: Trump hartar FBI eftir skúlahópdrápið í Florida

Donald Trump hartar FBI, amerikonsku fregnartænastuna, eftir skúlahópdrápið í Florida, sum hendi fyri fáum døgum síðani...

Elisa Vang
18. februar 2018 kl. 15:05

Donald Trump hartar FBI, amerikonsku fregnartænastuna, eftir skúlahópdrápið í Florida, sum hendi fyri fáum døgum síðani, tað skrivar nrk.no á heimasíðu sína.

Hann rør fram undir, at hópdrápið hevði kunnað verðið forðað, um fregnartænastan ikki var so upptikin av rannsakanini av Russlandi. Samstundis ákæra næmingar, ið yvirlivdu álopið, forsetan fyri at vera hyklandi, tað skrivar nrk.no á heimasíðu sína.

"Stór synd, at FBI ikki fangaði øll teknini frá hópdrápsmaninum í Florida. Hetta kann ikki góðtakast. Tey brúka ov nógv tíð uppá at prógva, at Russland samstarvar við Trump-kampanjuna - har er einki samstarv. Komið tit aftur til tað grundleggjandi, og gerið okkum øll stol", hevur amerikanski forsetin skrivað á Twitter sambært nrk.no.

 

Lesið meira HER