Um alt Amerika vóru skúlastovur tómar í gjár, tá næmingar fóru út at mótmæla vaksandi skotyvirganginum á skúlum.
Mikumorgunin kl. 10 lokal tíð streymaðu túsundavís av næmingum úr skúlastovum kring alt USA fyri at vísa samkenslu við teimum, ið vóru dripin á miðnámsskúlanum í Florida í februar, og fyri at krevja, at okkurt verður gjørt við skotyvirgangin í landinum.
Næmingar úr uml. 3000 skúlum kring alt USA bóru skelti, ið søgdu "Enough" (nóg mikið), "Protect kids, not guns" (verjið børn, ikki vápn), "We Call BS" (Vit siga BS) og sungu "hey hey, ho ho, gun violence has got to go".
Skipað var fyri mótmælisverkfalli júst ein mánað eftir, at ein 19 ára gamal maður drap 17 fólk í Marjory Stoneman Douglas studentaskúlanum í Parkland í statinum Florida. Nøkur teirra, ið komu frá hendingini við lívinum hjálptu øðrum næmingum at skipa fyri mótmælinum, ið varð stuðlað av Women's March rørsluni, sum spretti eftir at Donald Trump gjørdist forseti.
"Har vóru nógvar kenslur, nógv fólk grótu. Vit hugsaðu um tey 17, vit hava mist," segði Florence Yared, ein triðjaársnæmingur í Stoneman Douglas, ið saman við 3000 skúlafeløgum fór út á fótbóltvøllin hjá skúlanum, har tey fyri júst einum mánað síðani noyddust at renna fyri lívið.
Næmingar aðrastaðni stóðu á gongubreytum í Brooklyn, fóru niður á knæ í einum studentaskúla í statinum Georgia, stóðu á rað í Virginia og sótu í einum bólki við rygginum til Hvíta Húsið. Flestu mótmælistiltøkini skuldu eftir ætlan vara 17 minuttir, ein fyri hvørt offur í Florida.
Revsivert at fara út at mótmæla
Í summum skúlum savnaðust næmingar, hóast skúlafyrisitingin hevði ávarað tey ímóti at gjørt tað. Á Booker T Washington studentaskúlanum í statinum Georgia, ið er gamli skúlin hjá kenda stríðsmanninum Martin Luther King, fingu næmingar at vita, at tað var revsivert at fara úr skúlanum at mótmæla.
"King doktari ber ein arv sjálvt í deyðanum", segði 18 ára gamli næingurin Markail Brooks. "Eg haldi tað er okkara skylda at halda fram við tí, ið hann ynskti og royndi at berjast fyri, og tí hevur hesin dagurin so stóran týdning."
Børn í øllum aldrum vóru við
Á einum barnaskúla í Alexandria í Virginia settu allir næmingar klokkur sínar líka, og ein leiðari í hvørjari skúlastovu leiddi floksfelagar sínar út, tveir minuttir fyri klokkan 10, tá mótmælið skuldi byrja.
"Summi foreldur halda ikki vit eru nóg gomul til at vita nakað um hetta", segði ein 11 ára gamal næmingur um hópskotdrápini. "Tey halda okkum ikki vita nakað um hvat hendir, tí vit ganga í fimta flokki."
"Bara kenslan av, at vit fara at gera mun ger meg ernan," segði ein 10 ára gamal næmingur.
Í Chicago vórðu tímatalvurnar broyttar fyri at gera pláss fyri mótmælisverkfallinum, og 80.000 næmingar í 200 katólskum skúlum luttóku á fundum, har tey høvdu orðaskifti um skotyvirgang.
Vilja hava betri vápnalógir
Næmingarnar krevja betri vápnalógir, at ógvuslig skotvápn verða bannað, og at øll ið ynskja at keypa skotvápn skulu ígjøgnum eina bakgrundskanning. Tey eru eisini harðliga ímóti, at skúlar skulu hava hegn og vápnaðir vaktarmenn, sum NRA, amerikanska vápnalobbyin, hevur skotið upp.
Uppskotið hjá NRA (National Rifle Association) fevnir ikki bara um at hava vápnaðar vaktarmenn, men eisini at geva lærarum skotvápn, og at sleppa av við trø, parkeringsøki og summi vindeygu.
Hvørki Trump ella Hvíta Húsið hava gjørt viðmerking til hetta.
7 út av 10 ynskja broytingar
Henda nýggja ungdómsrørslan er seinasta tekin um, at eitt stríð fyri einari strangari vápnalóg er byrjað av álvara.
Nýggjar kanningar vísa, at upp ímóti 7 útav 10 amerikanarum ynskja eina strangari vápnalóggávu. Hetta er hægsta talið í 20 ár.
Ein kanning gjørd á universitetinum Monmouth vísti, at 83 prosent av amerikanarum taka undir við at gera bakgrundskanningar av øllum, ið ynskja at keypa eit skotvápn, eisini tá talan er um privata sølu. Kanningin vísti eisini, at 69 prosent av NRA limum taka undir við hesum.
Áhugabólkurin Everytown for Gun Safety boðaði frá, at tey brádliga høvdu fingið 25 prosent fleiri limir tvær vikur eftir hópskotsdrápið í Florida. Sambært aktivistum hava í minsta lagi 20 fyritøkur broytt aldursmarkið fyri at keypa skotvápn ella hava steðgað søluni av hálvautomatiskum skotvápnum heilt.
96 amerikanarar verða dripnir av skotvápnum hvønn dag, og líkindini fyri at verða skotin til deyðis eru 25 prosent hægri hjá amerikonskum børnum enn hjá børnum í menningarlondum, siga forsprákarar fyri strangari vápnalóggávu.
Kelda: The Guardian
Sí eisini: Florida: Ákærumyndugleikin krevur deyðarevsing og Skúlanæmingar í Florida: Tað er uppá tíðina, at okkurt verður gjørt