USA: "Shutdown" liðugt

Í gjár var amerikanska fíggjarlógin longd til at galda fram til 8. februar. Tað merkir at tað almenna letur upp aftur, og at...

Alda Nielsdóttir
23. januar 2018 kl. 11:40

Í gjár var amerikanska fíggjarlógin longd til at galda fram til 8. februar. Tað merkir at tað almenna letur upp aftur, og at øll almenn starvsfólk fara aftur til arbeiðis.

Í senatinum blivu demokratar og republikanarar samdir um at leingja fíggjarlógina, so at hon er galdandi til 8. februar.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var 81 fyri og 18 ímóti. 16 demokratar og 2 republikanarir atkvøddu ímóti.

Afturfyri vænta demokratarnir at tað verður atkvøtt um eina góða loysn fyri DACA-børnini (børn hjá ólógligum tilflytarum).

DACA-skipanin er ein skipan, ið Barack Obama setti í verk, sum skal tryggja, at børn hjá ólógligum tilflytarum ikki verða víst úr landinum, og at tey kunnu fáa arbeiðsloyvi.

Trump hevur tosað um at strika DACA-skipanina, men demokratar vilja varðveita hana.

Sambært The Guardian segði Trump mánadag seinnapart, at demokratarnir hava tikið við læru, og at hann er opin fyri eina semju um immigratión, um tað eisini er gott fyri landið.