USA sendir 5000 herfólk til Afghanistan

Í roynd at fáa tamarhald á Taliban hevur Joe Biden hevur nú játtað at senda 1000 herfólk afturat til Afghanistan at hjálpa amerikanska herinum at koma úr landinum.

Katrin Erlendsdóttir
15. august 2021 kl. 10:45

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur játtað at senda tilsamans 5000 herfólk til Afghanistan fyri at hjálpa til at taka amerikanska herfólkið úr landinum so trygt sum gjørligt. Hetta upplýsti forsetin í fráboðan leygardagin, sambært tíðindastovuni AP.

Tað er annars nýliga komið fram, at 4000 amerikonsk herfólk skulu sendast til Afghanistan, men nú eru so boð komin av ovastu rók í USA, at 1000 herfólk afturat skulu somu leið.

- Grundað á tey tilmæli, sum eg havi fingið frá diplomatisku-, hernaðarligu- og trygdarliðum okkara, havi eg játtað at senda 5000 herfólk at hjálpa til við einari so tryggari afturtøku av amerikonskum herfólkum og øðrum sameindum herfólkum, sigur Joe Biden í fráboðan frá Hvítu Húsunum.

USA gjørdi í apríl mánaða greitt, at landið fór at taka hernaðarligu megi sína úr Afghanistan áðrenn 11. september. Tá eru 20 ár liðin, síðani víðagitnu yvirgangsatsóknina móti World Trade Center 11. september 2001.

Men meðan vesturlendsk herfólk sum ætlað hava tikið seg aftur, hevur hernaðarliga islamiska rørslan Taliban hertikið stórar partar av Afghanistan, og tað er hent nógv skjótari, enn nakar hevði væntað.

Í fráboðanini frá Hvítu Húsunum verjir Joe Biden eisini avgerð sína um at taka amerikanska herin úr Afghanistan.

- Eitt ár afturat ella fimm ár afturat við amerikonskum herfólki á staðnum høvdu ikki gjørt mun, um afghanski herurin ikki megnar at verja sítt egna land, sigur amerikanski forsetin.

- Eg kundi ikki góðtaka at vera mitt í einum borgarakríggi í einum øðrum landi uttan at síggja nakran enda á tí, skoytir hann uppí.