USA: Kvinna dripin av sjálvkoyrandi Uber-bili

Ein kvinna í Tempe í statinum Arizona doyði, eftir at ein sjálvkoyrandi bilur hjá fyritøkuni Uber rendi á hana...

Alda Nielsdóttir
19. mars 2018 kl. 21:24

Ein kvinna í Tempe í statinum Arizona doyði, eftir at ein sjálvkoyrandi bilur hjá fyritøkuni Uber rendi á hana. Tað skrivar New York Times.

Hetta er sambært amerikanska blaðnum fyrstu ferð, at ein sjálvkoyrandi bilur drepur eitt gongufólk.

Bilurin hevði ein trygdarførara handan bilstýrið, men bilurin var í sjálvkoyrandi støðu, tá hann rendi á kvinnuna, ið var á veg yvirum vegin.

Ein talsmaður hjá Uber sigur, at fyritøkan samstarvar við lokalu myndugleikarnar.

Fyritøkan er eisini givin við at royndarkoyra sjálvkoyrandi bilar í Tempe, Pittsburgh, San Francisco, og Toronto.

Sí eisini: California: Nú kunnu bilar koyra uttan førara