USA flytir sendistovu sína í Ísrael til Jerusalem komandi ár

USA ætlar at flyta sendistovu sína til Jerusalem longu áðrenn endan av 2019, sigur amerikanski varaforsetin Mike Pence. Tá...

Alda Nielsdóttir
22. januar 2018 kl. 14:40

USA ætlar at flyta sendistovu sína til Jerusalem longu áðrenn endan av 2019, sigur amerikanski varaforsetin Mike Pence.

Tá Trump almannakunngjørdi ætlanina um at flyta sendistovuna í desember í fjør, elvdi tað til stóra ónøgd millum palestinar. Hetta hevur tó ikki fingið hann at broyta meining. Tvørturímótir verður sendistovan nú flutt fyrr enn ætlað.

Sambært Reuters sigur Mike Pence í talu sínari fyri Ísraelska parlamentinum, Knesset, at USA ætlar at flyta sendistovu sína í Ísrael úr Tel-Aviv til Jerusalem, og hetta verður gjørt áðrenn endan av 2019.

Amerikanskir embætismenn hava sagt, at tað fer at taka millum 3 og 4 ár at fáa sendistovuna flutta, men israelski forsetisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í síðstu viku, at hann væntaði ikki, at tað fór at taka meira enn eitt ár.

Komandi vikurnar fer fyrisiting okkara at koma við ætlan sínari um at lata upp amerikanska sendistovu í Jerusalem, og fer hon at lata upp áðrenn 2019 er at enda, segði Pence.

Kelda: Berlingske