Sendistovan hjá USA í Istanbul ávarar um møgulig álop móti kirkjum, synagogum og sendistovum í Istanbul.
Hetta er aðru ferð í fýra dagar, at ein ávaring um hevndarálop verður send út, eftir at Rasmus Paludan seinastu dagarnar hevur brent koranir í Svøríki og Danmark.
Í seinastu ferðavegleiðingini ávarar amerikanska sendistovan um møgulig hevndarálop frá yvirgangsfólkum í størsta býnum í Turkalandi, Istanbul. Serliga er tað galdandi fyri býarpartarnar Beyoglu, Galata, Taksim og Istiklal, sum eru støð, har nógv ferðandi vitja.
Danska uttanríkisráðið fer ikki so langt við síni seinastu ferðavegleiðing, men danskir ríkisborgarar verða bidnir um at vera varin, tá ferðast verður í Turkalandi í hesum døgum.
– Tað er vandi fyri mótmælisgongum, ið eru rættaðar móti Danmark vegna tað, at Rasmus Paludan hevur brent koranir, stendur at lesa í vegleiðingini.