Tann amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, ávaraði í gjár, undir fundi í Arktiska Ráðnum í Reykjavík, sín russiska starvsbróður, Sergej Lavrov, at fer Russland at bera seg ágangandi at móti USA og teirra sameindu, so fer USA at svara aftur í stundini.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar í morgun.
Heimurin verður eitt tryggari stað, um USA og Russland samstarva, sambært Antony Blinken. Hann heldur, at tað er á fleiri økjum, har amerikonsk og russisk áhugamál bresta saman.
Sambært Lavrov eru tað “grundleggjandi munur á”, hvussu ymiskt tey bæði londini meta um altjóða støðuna, men Russland er eftir øllum at døma til reiðar at skifta orð um spentu støðuna.
Russland kunngjørdi í síðstu viku ein lista yvir fíggindaliga sinnað lond, har millum annað USA stóð á.
Eftir ætlan skal amerikanski forsetin, Joe Biden, hittast við russiska forsetan, Vladimir Putin, komandi mánað, har ein roynd verður gjørd at betra um sambandið millum stórveldini.