USA: Alex Jones aftur dømdur vegna Sandy Hook-uppáhald

Umstríddi konspirasjónsteoretikarin og programmleiðarin Alex Jones er aftur dømdur til at gjalda endurgjald til avvarðandi familjur eftir Sandy Hook drápini

Sigurjón Einarsson
2. oktober 2021 kl. 09:35

Hann hevur ofta verið í andglettinum, høgrasinnaði konspirasjónsteoretikarin og programmleiðarin Alex Jones, ið er mest kendur fyri sína sending, InfoWars.

Serliga er tað fyri síni uppáhald, at drápini í Sandy Hook-skúlanum afturi í 2012, sum hann skýrdi at vera ein skrøggsøga.

Avvarðandi hava, líka síðani eftir skottilburðin, stríðst fyri rættvísi, og hava eisini lagt sak móti Alex Jones fyri tort og sviða, ið teimum hevur verið fyri, eftir at viðhaldsfólk hjá umstrídda konspirasjónsteoretikaran hava hótt og elt tey avvarðandi.

Í gjár varð Alex Jones aftur dømdur at gjalda endurgjald til tvær avvarðandi familjur eftir Sandy Hook-skottilburðin.

Tað skrivar Washington Post.

20 næmingar, ið gingu í 1. flokki, og seks starvsfólk mistu lívið í skottilburðinum í Sandy Hook-skúlanum í 2012. Gerningsmaðurin, ið eisini tók lívið av mammu síni og síðani sær sjálvum, heiðraði Anders Behring Breivik á einari heimasíðu áðrenn sína gerð.         

Alex Jones er fleiri ferðir komin við uppáhaldum, at skottilburðurin í Sandy Hook var ein skrøggsøga. Men í einum rættarmáli í 2019, kúvendi hann og segði, at hann hevði verið psykotiskur, tá hann hevði noktað, at hendingin í Sandy Hook var hend.

Programmleiðarin og fyrrverandi verturin hevur verið stevndur níggju ferðir av avvarðandi familjum, ið hava upplivað at verða útsett fyri jagstran og hóttanum vegna hansara útsagnir í sínari sending, InfoWars.

Í fjør varð hann eisini dømdur at gjalda endurgjaldskrav á 100.000 dollarar.

Í 2018 bleiv innihald hjá Alex Jones tikið burtur frá YouTube, Facebook og Apple, tí tað var brot á teirra rætningslinjurnar vegna hansara hatsku útsagnir.