Novak Djokovic spældi seg í nátt uttan trupulleikar víðari í triðja umfar av US Open, tá hann sannførandi sendi Tallon Griekspoor heim í trimum settum.
Hóast fjøldin á Arthur Ashe Stadium gjørdi sum vant og helt við mótstøðumanninum hjá Djokovic, so hjálpti hetta lítið hjá hollendska Griekspoor, sum varð sendur til hús eftir ein tíma og 39 minuttir við úrslitinum 6-2 6-3 6-2.
Enn skjótari at koppa sínum mótstøðumanni var Alexander Zverev, ið brúkti bert ein tíma og 14 minuttir um at senda Ramos-Vinolas heim við einum eggi í skjáttuni – 6-1 6-0 6-3.
Tað gekk kortini ikki sum ætlað hjá norska Kasper Ruud, sum var seedaður nummar átta til kappingina. Ruud hevur havt eina framúr sesong á grúsi í ár, men úrslitini á gólvi hava ikki verið heilt eftir vild. Tá mátti Ruud eisini ásanna, tá hann tapti móti Botic van de Zandschulp, sum annars mátti stríða seg til US Open umvegis undankappingina.
Ruud legði best út og vann fyrsta settið við úrslitinum 6-3. Van de Zandschulp svaraði kortini aftur við at vinna næstu trý settini 4-6 3-6 4-6.
Grigor Dimitrov náddi at tapa tvey sett og vera aftanfyri 4-0 í triðja setti móti Alexei Papyrin, áðrenn hann mátti gevast vegna skaða, og Hubert Hurkacz mátti lúta fyri Andreas Seppi í fýra settum.
Amerikanski Jack Sock tók øll á bóli við at við at vinna á Alexander Bublik í fimm settum. Sock, sum fyri tveimum árum síðani var dottin av ATP styrkilistanum, og sum ikki vann ein ATP dyst í meira enn eitt ár, hevur stútt roynt at bjarga karrieruni við at spæla í lægri Challenger deildini, og hetta hevur eftir øllum at døma givið úrslit. Tað var eisini ein sjónliga fegin Sock, sum legði seg skerflatan á vøllin eftir at hava vunnið fimta settið við einum smash.
Bublik, Dimitrov og Hurkacz vóru saman við Ruud teir seedaðu spælararnir, ið máttu takka fyri seg í øðrum umfari.
Ungi Jenson Brooksby helt eisini fram við góðu gongdini við at vinna á landsmanninum Taylor Fritz. Tvey fyrstu settini endaðu í tie-breakara, fyrra fór til Fritz, meðan seinna fór til Brooksby, men eftir at hava vunnið triðja settið 7-6 var greitt, at Brooksby hevði ræðið á dystinum, og hann spældi seg sannførandi til ein 6-2 sigur í fjórða setti móti Fritz, sum endaði dystin við at knekka kettjaran tvørtur um knæið.
Triðja umfar í US Open fer av bakkastokki kl. 16 í dag, og dystirnir í tríðja umfari verða hesir:
Djokovic – Nishikori
Karatsev – Brooksby
Seppi – Otte
Ivashka – Berrettini
Zverev – Sock
Monfils – Sinner
Basilashvili – Opelka
Harris – Shapovalov
Rublev – Tiafoe
Bautista Agut – Auger-Aliassime
Laaksonen – Gojowczyk
Alcaraz – Tsitsipas
Van de Zandschulp – Bagnis
Molcan – Schwartzman
Popyrin – Evans
Andujar - Medvedev