Fyrsta umfar at US Open er farið aftur um bak, og sigast kann ikki, at talan gjørdist skelkandi úrslit.
Rafa Nadal, Dominic Thiem og Roger Federer høvdu frammanundan meldað avboð til kappingina, og seedingin sá tí eitt sindur øðrvísi út, enn hon annars hevði.
Toppseedaðu spælararnir kláraðu annars fyri tað mesta gjøgnum nálareygað. Einasta undantakið var Pablo Carreno Busta, ið tapti móti Maxime Cressy í fimm settum.
Stefanos Tsitsipas mátti stríðast fyri sítt pláss í øðrum umfari, tí mótstøðumaðurin í fyrsta umfari var Andy Murray, og 34 ára gamli Murray hevði ongar ætlanir um at fara heim uttan at gera um seg. Hóast Murray er 34 ára gamal og hevur skift aðra mjødnina út, sást hetta ikki aftur á vøllinum, og Tsitsipas mátti gjøgnum fimm sett, áðrenn skotin varð sendur til hús.
Eftir dystin fanst Murray hvassliga at framferðini hjá Tsitsipas, tí hann helt, at Tsitsipas brúkti av langa tíð á vesinum millum settini. Tað, sum kanska var ósagt og sum Murray uttan iva sipaði til, var, at Tsitsipas møguliga fekk taktisk ráð og venjing undir vesisteðginum, sum er ímóti reglunum.
Torførastu avbjóðingina átti uttan iva unga danska stjørnuskotið, Holger Rune, ið møtti ongum øðrum enn Novak Djokovic í fyrsta umfari.
Tað var torført at síggja, hvussu Rune, ið hevði spælt seg í kappingina umvegis undankapping, skuldi megna at prika hol í verjuna hjá Djokovic, og sum væntað endaði dysturin eisini við sigri til Djokovic.
Og tó.
Hóast Djokovic vann trý sett við settúrslitunum 6-1 6-2 og 6-1, so var tað Holger Rune, ið vann annað settið í tiebreakara.
Tað var eisini greitt, at fjøldin á Arthur Ashe stadion stuðlaði unga danskaranum, tí við dystarbyrjan rungaði tað “Rune, Rune, Rune” um allan vøllin.
Stundum ljóðaði hetta kortini sum “buh”, og í samrøðu eftir dystin gjørdi Djokovic greitt, at hann hevði ikki ánilsi fyri, hvat fólkini róptu, og hann helt, at tey kanska róptu “buh” eftir sær.
Hjá amerikanarnum, sum hava heimavøll, hevur gingið rimiliga væl, hóast bæði John Isner og Sebastian Korda fóru úr kappingini aftaná fyrsta umfar; Isner tapti í trimum settum, og Korda fekk ein skaða.
Mackenzie Macdonald, ið júst undan US Open hevði spælt seg í finaluna í Washington Open, vann í trimum settum móti David Goffin, og stjørnuskotið Jenson Brooksby setti svenska Michael Ymer til viks í fýra settum.
Sjálvt Jack Sock, ið spakuliga roynir at bjarga karrieruni, kom víðari, eftir at hann sigraði á Yoshito Nishioka í fýra settum.
Annað umfar er farið í gongd og er liðugt avgreitt í nátt okkara tíð.