US Open: Hálvfinalurnar klárar

Djokovic, Medvedev og Zverev hava allir spælt hálvfinalu í US Open áður, men hetta verður fyrstu ferð fyri Auger-Aliassime. Vit hyggja eftir leikskránni og taka samanum undanfarna umfar.

Steinar Patursson
9. september 2021 kl. 13:50

US Open finalan verður møguliga ein endurtøka av finaluni í Australian Open í ár, tí bæði Novak Djokovic og Deniil Medvedev hava tryggjað sær pláss í hvør sínari hálvfinalu.

Djokovic skal møta 4. Seedaða Alexander Zverev, og hóast Djokovic hevur vunnið seks av teimum níggju dystunum, ið teir báðir hava spælt sínamillum, er vert at hava í huga, at tað var Zverev, ið sendi Djokovic heim úr hálvfinalunum á olympisku leikunum í ár.

Tað er valla neyðugt at visa á úrslitini hjá Djokovic í US Open. Djokovic hevur vunnið US Open tríggjar ferðir (2011, 2015, 2018), verið í finaluni fimm ferðir aftrat, umframt at hava verið í hálvfinaluni tríggjar ferðir aftrat teimum.

Zverev hevur hinvegin bert verið í finaluni einaferð, og tað var tá hann tapti móti Dominic Thiem í fjør.

Í hinari hálvfinaluni hittast russiski Daniil Medvedev og kanadiski Felix Auger-Aliassime. Medvedev og Auger-Aliassime hava bert hitst einaferð fyrr, og tá vann Medvedev við tie-breakara í triðja setti. Hetta var til Toronto Masters í 2018.

Medvedev spældi seg eisini til hálvfinaluna í US Open í fjør, men tapti tá móti Dominic Thiem, ið eisini endaði við at vinna kappingina. Fyrraárið gekst enn betri hjá Medvedev, tí tá spældi hann seg í finaluna, ið hann kortini tapti móti Rafa Nadal.

Tað longsta, ið Auger-Aliassime nakrantíð er komin í US Open, er til fjórða umfar, ið hann megnaði í fjør.

Djokovic steðgaði Brooksby

Djokovic møtti unga Jenson Brooksby í fjórða umfari. At síggja til ætlaði Brooksby, sum farnu mánaðirnar eru flogin upp eftir ATP styrkilistanum, at volda Djokovic ordiligt høvuðbrýggj, og Brooksby tók eisin fyrsta settið við seks partíum móti einum hjá Djokovic.

Tað er kortini ikki so óvanligt, at Djokovic tapir fyrsta sett fyri síðani at strúka gjøgnum hini, og tað var eisini júst tað hann gjørdi. Endin varð, at Djokovic vann næstu trý settini uttan størri hóvasták; 6-3 6-2 6-2.

Í fjórðingsfinaluni møtti Djokovic italienska Matteo Berrettini, og talan var fyri so vítt um eina endurtøku av Wimbledon finaluni fyrr í ár, har teir báðir eisini møttust.

Eins og í Wimbledon finaluni vann Berrettini eitt tætt fyrsta sett, áðrenn gongd kom á motorin hjá Djokovic, ið síðani vann næstu trý settini trygt. Dysturin endaði 5-7 6-2 6-2 6-3 til Djokovic.

Zverev møtti Jannik sinner í fjórða umfari. Sinner sendi Zverev heim úr French Open í fjórða umfari í fjør, men hesaferð var Zverev til reiðar, og sama úrslit skuldi ikki endurtaka seg. Hóast Sinner stríddist og fekk dystin til tiebreak í triðja setti, gjørdist hetta ikki nokk, og Zverev tók sigurin við settúrslitunum 6-4 6-4 7-6 (9-7).

Zverev gjørdi eisini skjótt av í fjórðingsfinaluni, ið hann vann á Lloyd Harris í trimum settum.

Yngsti maður í hálvfinaluni síðan 2009

Auger-Aliassime møtti vinmanninum Francis Tiafoe í fjórða umfari, ið hann vann í fýra settum. Hetta gav atgongd til fjórðingsfinaluna, har hann nátti at vera eitt sett og eitt break frammanfyri, áðrenn ungi mótstøðumaðurin, Carlos Alcaraz, mátti gevast orsakað av skaða. Auger-Aliassime er yngsti maður í einari US Open hálvfinalu, síðan Juan Martin Del Potro vann kappingina í 2009.

Daniil Medvedev hevði ivaleyst lættasta vegin til hálvfinalurnar. Í fjórða umfari møtti hann Dan Evans, og hetta var fyrstu ferð, at teir báðir møttust á vøllinum. Tað var kortini eingin ivi um, hvør var betri, og Medvedev vann greitt 6-3 6-4 6-3. Í fjórðingsfinaluni var mótstøðumaðurin Botic van de Zandschulp. Ókendi van de Zandschulp sigraði á millum annað Casper Ruud og Diego Schwartzman, og hetta fer uttan iva at geva honum eitt stórt gúpp á ATP styrkilistanum.

Tað varð kortini ikki nokk móti Medvedev, ið vann dystin við úrslitunum 6-3 6-0 4-6 7-5.

Báðar hálvfinalurnar verða spældar í annaðkvøld kl. 20.