Tað verða Novak Djokovic og Daniil Medvedev, ið hittast í finaluni í US Open í morgin.
Tað er greitt, eftir at báðir tveir vunnu hvør sínar hálvfinalur móti ávíkavist Alexander Zverev og Felix Auger-Aliassime í gjár, og tað verður sostatt eisini aðru ferð, at Djokovic og Medvedev spæla eina grand slam finalu í ár, tí teir báðir hittust í finaluni í Australian Open við ársbyrjan eisini.
Tað var lítil ivi um, at Medvedev fór at sigra á Auger-Aliassime, og hann var omaná allan dystin, ið hann vann trygt í trimum settum við settúrslitunum 6-4 7-5 6-2.
Hinvegin var talan um eina rættiliga spennandi uppgerð millum Djokovic og Zverev.
Zverev vann sum kunnugt á Djokovic í hálvfinalunum til olympisku leikir í august í ár, og tað var tí heldur ikki óhugsandi, at hann hevði funnið lykilin til at bróta verjuna hjá Djokovic niður.
Og tað var eisini Zverev, ið legði best út og breyt servu til 5-4 í fyrsta setti, áðrenn hann servaði settið í hús.
Djokovic svaraði skjótt aftur í øðrum setti, breyt fyrsta servupartí hjá Zverev, áðrenn Zverev fótaði sær. Zverev átti tvey av sínum egnu settum aftrat, men Djokovic breyt síðan aftur servu til settúrslitið 6-2.
Triðja setti helt fram so at siga sum hini bæði, men tá støðan var 5-4 til Djokovic, og Zverev átti servu, kom brádliga ferð á. Djokovic átti tveir settbóltar við støðuni 15-40, og Zverev stríddist sum eitt ørt fyri at halda seg í settinum. Úrslitið gjørdist, at ein duel á 53 skot endaði við, at Zverev sendi ein vinnara avstað cross-court, og báðir máttu steðga á at kikka eftir ondini.
Lítið batti kortini, tí Djokovic tók næsta bólt til 6-4.
Zverev ressaðist kortini í fjórða setti og breyt servu longu í øðrum servupartíi hjá Djokovic, og helt síðan egnu servu til settúrslitið 6-4.
Zverev hevði tá errað seg upp, og lagt varð upp til eitt brak av einum fimta setti. Men nervarnir hjá Zverev sótu uttaná, tá teir báðir gingu inn aftur á vøllin, og spælið hjá honum fullkomiliga hvarv sum døgg fyri sólini.
Djokovic átti fyrsta leik og helt servu til 1-0. Zverev legði hinvegin út við at gera dupultfeil. Síðani royndi Djokovic seg við einum illa umhugsaðum dropshot, sum Zverev lættliga kundi vunnið, men hann sendi bóltin út av baklinjuni. At enda sendi Zverev eitt overhead langt út av vøllinum, og Djokovic førdi 2-0.
Tá 20 minuttir vóru farnir, var støðan 4-0. Zverev megnaði at bróta servuna hjá Djokovic seinni, men lítið hjálpti, tí hann megnaði ikki at halda servu sjálvur meira enn einaferð, og Djokovic vann fimta settið 6-2.