Tað gjørdist Carlos Alcaraz, sum í nátt vann US Open finaluna í Flushing Meadows í New York.
19 ára gamli Alcaraz møtti 23 ára gamla Casper Ruud í finaluni, men Alcaraz gjørdist ov tungur at syfta hjá norðmanninum, og Alcaraz kann sostatt fyri fyrstu ferð í lívinum kalla seg grand slam meistara.
Talan var um eina áhugaverda finalu á nógvar mátar. Hvørki Alcaraz ella Ruud høvdu áður vunnið eina grand slam finalu, so óansæð hvussu úrslitið fór at enda, var greitt, at talan fór at vera um ein spildurnýggjan grand slam meistara aftaná finaluna.
Eisini var greitt, at tann teirra, ið vann finaluna, fór samstundis eisini at leggja seg á fyrsta pláss á ATP styrkilistanum. Og nú tað gjørdist Alcaraz, slóð hann eisini metið hjá Lleyton Hewitt og er yngsti harraleikarin nakrantíð, ið hevur verið á fyrsta plássi.
Tað var Alcaraz, ið kom best frá byrjan, og við einum break tók hann fyrsta sett við settúrslitinum 6-4. Ruud svaraði kortini skjótt aftur og tók annað sett 2-6. Hóast tað sá út sum at Ruud fór at taka triða settið eisini, megnaði hann ikki at bróta servuna hjá Alcaraz, sum tók settið til eitt tie-break – og vann tað trygt 7-1.
Eftir at hava vent dystargongdini í triðja setti, fekk Alcaraz nýtt mót og tók greitt fjórða sett við úrslitinum 6-3.
Ein merkisverd støða í dystinum kom í fyrsta setti, tá Alcaraz spældi ein drop-bólt stutt inn um netið hjá Ruud. Dómarin varnaðist ikki, at bólturin sprakk tvær ferðir, áðrenn Ruud fekk hann yvirum aftur, og Alcaraz sendi bóltin aftur í netið. Ruud var skjótur at greiða dómaranum frá, at Alcaraz átti stigið, og talan var ivaleyst um bestu sýning av ítróttaranda til US Open í ár.