

Í kvøld, mikudagin 19. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.
Ken Nónklett varð valdur til fundarstjóra, og Jóna Kristiansen til skrivara.
Skráin var sambært viðtøkum felagsins.
Ársúrslitið – Ein góð millión betri enn væntað.
Ársroknskapurin hjá NSÍ varð lagdur fram av Asfinni Sigvardsen, sum staðfesti, at úrslitið var ein góð millión betri enn væntað. Roknskapurin vísti eitt positivt úrslit upp á 777.000 kr., hóast væntanir við ársbyrjan í fjør vóru eitt hall á knappar 300.000 kr.
Høvuðsorsøkin til hetta betraða úrslitið var, at tiltøkini, sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, hava skapt størri fíggjarligan vinning, enn roknað varð við.
Roknskapurin varð einmælt góðkendur.
Formansfrágreiðing
Karstin Joensen legði fram formansfrágreiðingina og greiddi frá gongdini í felagnum. Hann legði dent á frálíka úrslitið hjá bæði kvinnunum og monnunum í 2024, um týdningin av ungdómsarbeiðinum og framtíðar menningararbeiðinum og setan av høvuðsungdómsvenjaranum.
“Kjarnin í einum felagskapi sum okkara er sjálvbodna arbeiðið, eldsálirnar og stuðlarnir. Hetta eru fortreytir, sum vit hava góðar í NSÍ-felagskapinum - takk skulu tit øll hava fyri tykkara leiklutir"
Sitandi nevnd:
Karstin Joensen, formaður
Andrias Lamhauge, næstformaður
Herbjørg H. Jøkladal, kassameistari
Annika Klein, skrivari
Høgni Lamhauge, nevndarlimur
Oddfríður Gaardbo, tiltakslimur
Wenzel Olsen, tiltakslimur
Karstin Joensen, Andrias Lamhauge og Herbjørg H. Jøkladal stóðu fyri vali, umframt tiltakslimirnir Oddfríður Gaardbo og Wenzel Olsen.
Andrias Lamhauge hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali.
Jóhannes Nielsen varð skotin upp og valdur.
Formaðurin handaði fráfarandi næstformanni eitt heiðurstekin fyri trúfast íkast sum stuðul og starvsnevndarlim.
Heiðurstekinið hevði Jón Ingi Tausen serframleitt til høvi, eftir ynski frá starvsnevndini.
Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis:
Val av nevnd
Karstin Joensen, formaður
Høgni Lamhauge, næstformaður
Herbjørg H. Jøkladal, kassameistari
Annika Klein, skrivari
Jóhannes Nielsen, nevndarlimur
Oddfríður Gaardbo, tiltakslimur
Wenzel Olsen, tiltakslimur
(Oddfríður Gaardbo manglar á felagsmyndini)