Uros gjørdi av við fuglfirðingar

ÍF vísti fínan hugburð, og leingi sá tað út til, at tað fór at eydnast fuglfirðingum at vinna eitt stig í Sørvági

Jóannes Hansen
4. mars 2023 kl. 20:52

Tað var tætt, og tað var spennandi, og leingi sá tað út til, at tað fór at enda málleyst, tá ið 07 Vestur í kvøld í ársins fyrsta landskappingardysti í bestu deildin hevði vitjan av uppflytarunum úr Fuglafirði.

Men tað endaði við, at heimaliðið vann 1-0. Málið varð skorað seks minuttir undan leikloki, og málskjútti var gamli kanningurin í Fuglafirði Uros Stojanov.

Málið var eftir uppskriftini, sum skal brúkast, um nytta skal fáast burtur úr Uros Stojanov.

Jasper Van Der Heyden legði innfyri úr høgru, bólturin sigldi omanfyri málverjan og verjuspælararnar, og so stóð Uros Stojanov púra leysur mitt fyri málinum og hevði ongar trupulleikar við høvdinum at seta bóltin í málið.

Fuglafirðingar vóru vónbrotnir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað var ikki at undrast á, tí teir vístu alla tíðina framúr góðan hugburð. Teir vóru væl skipaðir, og teir vóru grammir í nærdystunum, og teir spældu seg fleiri ferðir í góðar støður. Veteranurin Dánjal á Lakjuni var í fremstu røð saman við nýggja mannninum Jhon Mena Perez, ið avrikaði so væl, at tað er heilt víst, at ÍF fer at fáa góða nyttu úr honum.

-Vit vistu, at hetta fór at verða torført. ÍF er uppflytari, og tað vísir seg oftast, at uppflytarar í fyrstu umførunum vísa øgiliga orku, og soleiðis var tað hjá ÍF í kvøld. Undan dystinum tosaðu vit um, at tað kundi enda við, at vit vunnu 7-0, og at tað var stórur møguleiki fyri, at vit vunnu 1-0. Tað var líka mikið, hvussu stórur sigurin varð, og nær málið varð skorað, og nú eru vit ovurfegnir fyri 1-0 sigurin, sigur 07 Vestur venjarin Michael Schjønberg.

Undan dystinum var ivi, um tað fór at eydnast ÍF at fáa loyvini hjá útlendsku spælarunum upp á pláss. Teir vóru við, og teir tykjast at fara at styrkja um liðið. Á sentrala miðvøllinum vóru Karl Løkin og Jóhann H. Højbro ógvuliga eyðsýndir, og í málinum var Tóri Traðará stinnur.

-Vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig, men avrikið var av sovornum slagi, at vit vístu, at vit eiga potentiali at vera við í fremstu røð, sigur ÍF venjarin Alexander Jovevic.

Hjá 07 Vestur vóru miðverjin Daniel Ebbekjær og miðvallarin Magnus Holm Jacobsen ógvuliga eyðsýndir, og í borðunum megnaði Jasper Van Der Heyden fleiri ferðir at leggja innfyri til Uros Stojanov, og tað var at enda avgerandi fyri, at øll stigini vóru eftir á Dungasandi. Í hinum borðinum vóru nógvir nærdystir millum Elias Lervig, sum var høgri vongverji hjá ÍF, og Jóhann Hansson Joensen, sum er nýggjur í vinstru hjá 07 Vestur.

 

07 Vestur – ÍF 1-0 (0-0)

1-0: Uros Stojanov 84.

Dómari: Rúni Gaardbo

07 Vestur: Ari í Haraldstovu – Matthias Voss, Daniel Ebbekjær, Dánial Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Janus Svabo Samuelsen (Teitur Olsen, 84.), Magnus Holm Jacobsen, Jóannis á Steig (Høgni Egilstoft Nielsen, 67.) – Jasper Van Dey Heyden (Oddur Petersen, 89.), Uros Stojanov, Jóhann Hansson Joensen

Gult kort: Dánial Pauli Lervig, Magnus Holm Jacobsen, Rasmus Knudsen, Oddur Petersen, Teitur Olsen

Venjari: Michel Schjønberg

ÍF: Tóri Traðará – Elias Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Pól Jákup Lundsbjerg (Gonzalo Ivan Zarate Fagiuoli, 78.) – Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Jóhann J. Højbro, Elvio Gelmini – Jhon Mena Perez, Dánjal á Lakjuni (Gundur E. Petersen, 60.)

Gult kort: Jhon Mena Perez, Tóri Nolsøe Olsen

Venjari: Alexandar Jovevic