Uros fer vestur

Uros Stojanov hevur gjørt sáttmála við 07 Vestur

Uros Stojanov var flúgvandi í ÍF-blusuni, men skal nú finna sín flúgvandi form aftur vesturi á Dungasandi (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sigurjón Einarsson
7. november 2022 kl. 11:19

07 Vestur kunnger á sínum Facebook-vanga, at felagið hevur gjørt sáttmála við Uros Stojanov.

Felagið skrivar, at ein av avbjóðingum í ár hevur verið at umseta inlegg til mál.

– Vit hava havt ótrúliga nógv innlegg, og ikki nógv av hesum eru umsett. Her vænta vit, at styrkin hjá Uros fer at koma okkum serliga til góðar, skrivar felagið á Facebook.

Tí hevur felagið valt at gera sáttmála við Uros Stojanov, sum hevur spælt við Skála part av undanfarna kappingarár, eftir at hava verið í B36 í fyrru helvt.

Farna kappingarárið skoraði Uros 11 mál í Betri Deildini. Men tað er serliga tíðin í ÍF, har Uros var ein sonn málmaskina, at leiðslan í 07 Vestur hevur valt at gera sáttmála við Uros Stojanov.

Uros er 33 ára gamal, og kemur úr Serbia. Áðrenn hann kom til landið spældi hann við ymiskum liðum í Serbia. Hann er 1,89 metur høgur, og hevur skorað 38 mál, síðan hann kom til Føroya at spæla fótbólt.