Mynd: ÍF
Uros er aftur í ÍF
Eftir útlegd í hálvttriðja ár er gamli málrevurin hjá fuglfirðingum aftur í Fløtugerði
Jóannes Hansen
19. desember 2023 kl. 17:16
Nú eru góð tíðindi at frætta úr Fuglafirði og frá ÍF, sum skrivar soleiðis:
Tað er við stórari gleði at vit kunnu kunnugerða at ÍF og Uros hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2024.
Serbin hevur seinasta árið spælt við 07 Vestur. Uros er 34 ára og hevur leikt 92 dystir í Betri Deildini og skorað 45 mál.
Eftir 2,5 ár í útlegd verður Uros Stojanov aftur at síggja í reyða búnanum!
Uros er ikki heilt ókendur í Fuglafirði, serbiski málrevurin spældi í Fuglafirði í 2020 og fyrru helvt av 2021. Uros hevur áður spælt 41 dystir og skora 24 fyri ÍF.
Vit gleða okkum at síggja Uros aftur í reyðu blusuni, og ynskja honum vælafturkomnan til Fuglafjarðar, skrivar ÍF í dag.