Uriah Heep – ferðandi rokkpensjónistar

Næstan 50 ára gamli rokkbólkurin vitjar Føroyar fyri triðju ferð um vikuskiftið

Ingi Samuelsen
18. september 2018 kl. 18:21

Í ár eru 49 ár liðin síðan bólkurin Uriah Heep kom saman fyrstu ferð í London at spæla saman. 13. juni vóru 48 ár liðin síðan fyrsta pláta teirra, ’Very ’Eavy... Very ’Umble’ kom út.

Enn er bólkurin ’still going strong’ hóast bert tann eini av upprunalimunum, guittarleikarin Mick Box, enn er við í bólkinum.

Tað prógvaði bólkurin við teirra nýggjastu fløgu, tí 25. í røðini av studioútgávum, ’Living on a Dream’, sum kom út í farnu viku, 14. september.

Konsertin á Hálsi leygarkvøldið er sostatt fyrsta útgávukonsertin hjá bólkinum fyri hesi nýggju fløguni.

Als ikki gamal
’Living on a Dream’ ber boð um ein bólk, sum als ikki er gamal hóast hann skjótt hevur 50 ár á baki, og miðalaldurin liggur oman fyri tey 60 árini. Fløgan er eisini sera væl móttikin av miðlum, sum skriva um tungan rokktónleik.

Mest markanta lagið á nýggju fløguni er 'Grazed by Heaven':

 

Hóast Uriah Hepp júst eru komnir við nýggjari útgávu, so skulu vit ikki rokna við eini ’útgávukonsert’ sum so leygarkvøldið, tí Mick Box hevur sagt, at teir koma fyri at spæla teir ’góðu gomlu’.

Og tað er tað, sum Uriah Heep hevur gjørt so at siga tey seinastu 30 árini, minst.

Byrjaðu í 1969
Uriah Heep varð sum sagt stovnaður í 1969 av Mick Box, tangentleikaranum Ken Hensley og sangaranum David Byron. Fyrstu árini var stór útskifting av trummusláarum og bassleikarum. Mest trúfasti trummuleikarin var Lee Kerslake, sum kom upp í bólkin í 1971 og spældi við stórt sæð fram til 2007.

Í stórheitstíðini vóru fleiri bassleikarar. Mest markanti var Gary Thain, men hann spældi bara við í trý ár, so doyði hann av eini yvirdosu. Annar markantur bassleikari frá teirri tíðini var John Wetton, hvørs ávirkan á bólkin mest var sum sangari.

Stórheitstíðin hjá bólkinum var meðan Ken Hensley var við fram til 1980. Hann var leiðarin í bólkinum, og skrivaði tað mesta av tilfarinum.

Tá Ken Hensley gavst, gjørdist Mick Box ’einasti av upprunamanningini’ og tað er undarligt at ímynda sær, at hetta spjaldrið hevur hann havt nú í 38 ár...

Bólkurin var produktivur, og spýtti hitt burtur úr sær. Hitt sum flestu føroyingar yvir tey 40 kenna, og sum Mick Box hevur lovað, verða spæld á Hálsi leygarkvøldið. Vit tosa um ’Easy Living’, ’Stealin’, ’Gypsy’, ’July Morning’, ’Look at Yourself’, ’Lady in Black’ og so framvegis.

Náddi ikki somu hæddum
Eftir at Hensley fór burturúr, hevur bólkurin givið út minst 12 fløgur, men bólkurin náddi ongantíð somu hæddir, sum teir náddu í sjeyti árunum.

Eitt lag, sum náddi ein ávísan popularitet í fyrstu fløguni eftir Hensley, ’On the Rebound’ frá 1982 vísir, at bólkurin eisini var farin eitt sindur frá rokkljóðinum frá sjeytiárunum.

 

Uriah Heep hava, sum sagt, tvær ferðir fyrr vitjað í Føroyum - í 1988 og 1990. Fyrru ferðina hevði bólkurin eina konsert í Kambsdali síðst í november mánaði og eisini eina eykakonsert í Havn.

Hetta var við manningini, sum kom at vísa seg at vera tann haldbærasta í longu søguni hjá bólkinum.

Trúfastur bulur
Í áttatiárunum var stór útskifting. Mick Box og Lee Kerslake vóru bulurin, sum royndi seg við ymsum sangarum, tangentleikarum og bassistum.

Tá Uriah Heep vitjaðu her á klettunum á fyrsta sinni í 1988, høvdu teir júst fingið nýggjan tangentleikara og sangara uppí, Phil Lanzon og Bernie Shaw. Bassleikarin, Trevor Bolder, var komin við nøkur ár frammanundan.


Núverandi manningin í Uriah Heep. Frá vinstru Phil Lanzon, Russel Gilbrook, Mick Box, Berniw Shaw og Davey Rimmer

Sangarin og tangentleikarin høvdu tá ikki verið við á nakrari plátuútgávu – tað hendi ikki fyrr enn við útgávuni ’Raging Silence’ árið eftir.

Manningin, sum spældi á Kambsdali í 1988 skuldi sostatt vísa seg at vera tann mest haldbæra manningin í longu søguni hjá bólkinum. Teir fimm mannaðu orkestrið líka til Lee Kerslake mátti gevast av heilsuávum í 2007.

Í hansara stað settist nú 54 ára gamli Russ Gilbrock handan trummurnar.

Í 2013 fekk Trevor Bolder eisini trupulleikar við heilsuni og doyði. Davey Rimmer er við sínum nú 49 árum yngsti maður í orkestrinum, sum hevur ein miðalaldur beint oman fyri 60.

Aðru ferð Uriah Heep vitjaði var í oktober 1990. Hetta var tað tiltikna heystið, vit minnast best fyri fótbóltsundrið í Landskrona, og tað mest minniliga frá Uriah Hepp konsertini tað árið er eisini, at landsliðshetjan Jens Martin Knudsen kom á pallin, og lænti Mick Box topphúgvuna at spæla í eina løtu.

Endurnýggjan
Nýggjastu útgávurnar hjá Uriah Heep hava verið kanska meira væl eydnaðar enn undanfarnu, júst tí yngra ættarliðið í rútmubólkinum gevur ein meira mordernaðan stuðul til hinar gomlu jassarnar, sum spæla rokk upp á ein meira siðbundnan 70’ara máta.

Mick Box er framvegis ein fínur guitaristur og nógv halda, at hann av órættum ikki verður bólkaður millum teir stóru frá hansara samtíð. Her tosa vit um rokkgudar sum Ritchie Blackmore (Deep Purple), Tony Iommy (Black Sabbath) og Jimmy Page (Led Zeppelin).

Phil Lanzon er eisini ein persónligheit á ljómborði og ein rættiliga góður lagskrivari. Og Bernie Shaw er eisini ein fínur sangari, hóast hann av røttum ’heep-starum’ ongantíð verður góðkendur sum rætti eftirmaður David Byrons.

Hóast útgávurnar hjá Uriah Heep hava verið nógvar gjøgnum níti- og null-árini, so hevur tað verið tað gamla tilfarið, ið hevur fylt mest á teimum nógvu konsertunum, sum bólkurin hevur hildið.

Mest markanta fløgan frá nítiárunum er ’Sonic Origami’ frá 1998, har fyrsta lagið ’Between two Worlds’ er skrivað til minnis um tveir fyrrverandi limir í orkestrinum, sum fóru foldum frá orsaka av misnýtslu, David Byron og Gary Thain.

 

Eitt annað lag á somu fløgu er – eftir mínari meining – tað allarbesta hjá bólkinum frá hesi tíðini, og vísir hvussu góður sangari Bernie Shaw er. Vónandi verður trivið í hendan leygarkvøldið eisini:

 

Endurinnspælingar
Uriah Heep hevur, sum sagt, livað øll hesi árini, fyrst av øllum av at spæla tey góðu gomlu løgini, sum Ken Hensley, fyri tað mesta, stóð fyri í sjeyti árunum.

Nógvar eru útgávurnar, ið eru komnar á fløgu av ymsum live-upptøkum. Men í 2009 gjørdi bólkurin ikki mætari enn at geva eina studio-fløgu út, har fleiri av gomlu hittunum vórðu spæld inn av nýggjum, nøkur við nýggjum twisti.

Tvey dømi úr fløguni, sum fekk heitið ’Celebration’:

 

 

Trúfesti móti upprunanum
Í farnu viku kom so nýggjasta útgávan, tann 25. í røðini av studio-útgávum, 'Living the Dream'. Eitt gott lag á hesi fløguni, sum í ljóði minnir um tað góða gamla, og vísir at bólkurin framvegis er trúgvur móti sínum uppruna, er ’Falling under your Spell’:

 

Og skuldi onkur havt gloymt, hvussu Uriah Heep ljóðaðu, tá Box, Hensley, Byron, Thain og Kerslake rokkaðu tá teir vóru upp á tað besta, so er eitt dømi her:

 

Konsertin við Uriah Heep verður í Ítróttarhøllini á Hálsi kl. 21. Signar í Homrum hitar upp við eini skrá við sangum hjá John Fogerty/Creedence Clearwater Revival.