Úr Singapor á Skála at sýna fram

Í dag klokkan 17 letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Fornminnishúsinum á Skála.

Leif Láadal
15. desember 2017 kl. 10:28

Í dag klokkan 17 letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Fornminnishúsinum á Skála.

Til hesa framsýningina hevur Rutt málað 26 akrylmálningar, sum flestir eru málaðir síðani í heyst. Rutt er fjølbroytt í sínum stíli, og hevur valt at lata hetta síggjast aftur í framsýningini. Hon er búsitandi í Singapor, men kortini eru hugløg og myndaevnini fyri tað mesta føroysk sum t.d. grindahvalir, seyðir, blómur og sokallaðar skroppur. Hóast Rutt hevur havt fleiri framsýningar seinastu árini, so er hetta fyrstuferð at hon hevur framsýning í síni heimbygd.

Framsýningin er opin í tríggjar dagar fram til sunnudagin 17. desember kl. 18.00.

Kelda, mynd og lesið meira á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu HER