Uppsøgdu flogternurnar: Semja millum Atlantic Airways og FPU

Semja er komin í lag millum Atlantic Airways og Flyvebranchens Personale Union um tær báðar Mariu Berg Hansen og Eyðgunn Rasmussen, sum vórðu uppsagdar í 2019. Allir partar hava fingið munnkurv, og fæst ikki at vita hvat semjan gongur út uppá - ella hvussu nógv flogternurnar hava fingið í endurgjaldi.

Steinar Patursson
19. oktober 2021 kl. 08:47

Atlantic Airways og Flyvebranchens Personale Union, FPU, eru komin til semja um uppsagdu flogternurnar Maria Berg Hansen og Eyðgunn Rasmussen.

Tað váttar næstformaðurin í FPU, Anders Mark Jensen, fyri Dimmalætting.

Dimmalætting hevur verið í sambandi við Johonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, men Johanna á Bergi sigur, at hon fær ikki gjørt viðmerkingar til málið.

Somuleiðis sigur Anders Mark Jensen, at allir partar hava fingið munnkurv, men hann váttar kortini, at semja er komin í lag millum Atlantic Airways og uppsøgdu flogternurnar.

Tær báðar Maria Berg Hansen og Eyðgunn Rasmussen vórðu uppsagdar í juni mánaði í 2019, tá tær vóru forkvinna og næstforkvinna í felagnum Súlan, sum er felagið hjá flogternunum, og sum er partur av FPU.

Atlantic Airways vildi vera við, at flogternurnar báðar vórðu uppsagdar á haldgóðum grundarlagi, men av tí at talan var um persónsmál, vildi Johanna á Bergi ikki greiða frá, hvør trupulleikin við flogternunum var.

FPU fanst tá at Atlantic Airways, tí sambært FPU vildi Atlantic ikki greiða frá, hvat flogternurnar høvdu gjørt, men ístaðin valdi Atlantic Airways at útstilla flogternurnar sum illoyalar uttan haldgóð prógv.