Her eru tey tilnevndu til Ítróttarstjørnuskotið 2022

Tey sum eru tilnevnd til heiðurin, Ítróttarstjørnuskotið 2022, eru ungir íðkarar innan frælsan ítrótt, hondbólt og ríðing.

Ragnar Sjúrðarson
17. januar 2023 kl. 16:45

Ungi úrmælingurin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsstjørnuskotið úr Hoyvík, Óli Mittún og stórtalentið innan reiðítróttin, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, eru tey trý sum kunna vinna heiðurin Ítróttarstjørnuskotið 2022.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári.

Ítróttarstjørnuskotið er ein av teimum seks heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðinum, sum verður í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 4. februar 2023.

Jónas Gunnleivson Isaksen

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur síðani hann byrjaði at íðka frælsan ítrótt sum smádrongur, verið í eyðsýndari menning. Á leiðini hevur hann havt bæði viðgongd og mótgongd. Stríðsviljin, reglusemið og stuðulin hevur havt yvirvág, og soleiðis vendist mótgongdin hvørjaferð til eina javna framgongd. Hetta krevur eina serstaka sálarliga styrki, og árið 2022 var árið har Jónas veruliga ritaði sítt navn fast, sum ítróttafólk á hægsta støði.

Jónas liggur fremstur á danska ranglistanum í fleiri greinum fyri sín aldur, og er hann eisini danmarksmeistari fyri sín aldur í fleiri av greinunum. Hann megnaði í 2022 at lúka krøvini til U18 EM, sum varð hildið í Jerusalem í Ísrael í juli. Har bøtti hann enn meira um føroyska metið á 400m, sum hann sjálvur átti. Eisini var hann við til NM í Svøríki seinni í juli.

Jónas er ein av Føroya allar bestu íðkarum í frælsum ítrótti og hevur hann víst í verki, at við ídni og áhaldni ber til at náa tindunum.

Óli Mittún

Óli Mittún er ein 17 ára gamal hondbóltsspælari úr Hoyvík við heilt serligum evnum. Øll ungdómsárini hevur Óli við síni ferð, styrki, orku og teknisku førleikum hugtikið føroyskar hondbóltsfjepparar.

Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast - bæði í Føroyum og uttanlands. Í heimligu kappingunum hevði Óli ein avgerðandi leiklut tá mannsliðið hjá H71 vann bæði steypakappingina og landskappingina.

Óli leikti sínar fyrstu A-landsliðsdystir í oktober. Eisini hevur hann umboðað bæði U18 og U20-landsliðini til EM-endaspøl í Portugal og Montenegro. Til U18-endaspælið í Montenegro blivu Føroyar nummar níggju í Europa. Óli Mittún var toppskjútti í kappingini við ikki færri enn 80 málum. Óli varð eisini kosin besti spælari í kappingini, sum var eitt einastandandi avrik.

Í vár skrivaði Óli Mittún sáttmála við svenska toppliðið, IK Sävehof, og bleiv harvið yrkishondbóltsspælari. Hóast sín unga aldur hevur Óli longu nú gjørt vart við seg, og í svenskum hondbóltsmiðlum var hann stutt undan ársskiftinum mettur sum evnaríkasti ungi spælarin í fremstu mansdeildini í Svøríki.

Ragnheiður Ólafsdóttir Dam

Unga reiðkvinnan, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, hevur seinasta árið av álvara sligið sítt navn fast í føroyskum ítrótti. Ragnheiður hevur tikið seg nógv fram í farna árinum, hon hevur lagt sera nógva orku og tíð í sína venjing við rossunum, serliga við hestinum Hugi frá Hrepphólum.

Tá Ragnheiður herfyri skuldi luttaka í DM og NM, valdi hon at flyta til Danmarkar við hesti sínum, so hon kundi fyrreika seg á best møguligan hátt. Úrslitini til DM vóru eisini framúr góð og unga reiðkvinnan megnaði at vinna seg til ikki færri enn tvær A-finalur. Hetta má metast sum eitt satt bragd.

Til Norðurlandameistaraheitið í Álandi, í bólkinum ung upp til 21 ár, kom Ragnheiður heilt fram í eina A-finalu í greinini fjórgongd. Hetta er eitt sera flott úrslit, serliga tá havt verður í huga, at støðið til NM er sera høgt - av tí at norðurlond liggja sera frammalaga innan gongulagsríðing.

Umframt sjálvan heiðurin fær Ítróttarstjørnuskotið eina peningaupphædd á 5.000 krónur. Ítróttarfagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 4. februar kl. 20:00.

Atgongurmerkið til ÍtróttaFAGNAÐIN á 225,00 kr kunnu keypast á www.nlh.fo