Uppreistur í Norðurlandahúsinum

Tað snýr seg um at fara ímóti streyminum, um ráan og larmandi rokk og um gleði og ørskap. Fyrireika teg til eina uppreistrarsinnaða dansisýning við nógvari ferð, tá Norðurlandahúsið sýnir Punk – a Rebel Never Dies fríggjadagin 27. august klokkan 19

Tíðindaskriv
23. august 2021 kl. 10:35

Punkmentanin tók dik á seg síðst í 70’unum sum eitt aftursvar til tátíðar rokkrákið. Punkurin var skjótur, larmandi og einfaldur. Ein tilætlaður andskræmiligur tónleikur, ið tilvitað ikki snúði seg um at vera ein tekniskt dugnaligur sangari ella tónleikari, men um at koma á pallin. Grundleggjandi gleðin og ørskapurin í tónleikinum var miðpunktið. Punkrokkurin gjørdist ímyndin av ungdómsuppreistrinum, ágangandi klædnastílinum og einaræðisideologiini. 

Hetta er grundarlagið í dansisýningini Punk – Rebel Never Dies. Vit hitta uppreistrafólk, útiskot og  lógloysingar - tey, ið átala reglar og vilja hava onnur aftursvør. Á pallinum verða seks dansarar, sum ikki fíra fyri at vísa ta megi, sum valdar í uppreistrinum. Ein megi, ið er í okkum øllum, tvørturum ættarlið og bakstøði, sum her verður víst við dansi og tónleiki.

Tónleikurin røkkur heilt frá punkararum so sum Billy Idol, The Clash og Dead Kennedys og øðrum uppreistrarsinnaðum tónleikarum. Fleiri kenna óivað løg hjá Rolling Stones og Fat Boy Slim aftur. Í grundini røkkur tónlistarligi alheimurin heilt fram til nútíðina. 

Sýningina hava Holstebro Dansekompagni (fyrr Black Box Dance Company) gjørt í felag við Jacob Stage, danshøvundi. Jacob Stage er kendur fyri at arbeiða tvørturum listagreinar og í 2016 fekk hann eina Reumert fyri sítt arbeiði.

Punk A Rebel Never Dies verður sýnd í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27. august klokkan 19. Atgongumerki kostar 150 krónur og kann keypast á nlh.fo

Tiltakið er eitt samstarv við føroyska dansibólkin RIVA.