Fyrr í ár luttóku átta spennandi landbúnaðar- og ferðavinnuverkætlanir í átakinum Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skipaðu fyri. Ein verkætlan ið luttók í átakinum var lamb.fo við Berghild B. Mittún.
Berghild og familjan hava ein seyðagarð á Selatrað, og fara tey at bjóða vitjandi upplivilsir í summar, sum taka støði í føroyskari seyða-, mat- og bygdamentan.
“Vit hava Mittúnsfestið á Selatrað, sum hevur gott 130 áseyðir og tankarnir við lamb.fo hava búnast í nøkur ár, og við hesum átakinum, fingu vit eitt skump og høvið, at gera teir til veruleika,” greiðir Berghild frá.
Mittúnsfestið hevur verið í familjuni í góð 200 ár. Festið hevur verið røkt og rikið av familjuni, sum er ættað úr Mittúni á Selatrað, líka síðani, og í dag situr Klæmint Mittún við festinum, í 5. ættarliði.
Berghild greiðir frá, at endamálið við verkætlanini botnar í, at tey halda at seyður er nakað heilt serligt, og at seyðamentan hevur so ótrúliga nógv at bjóða í sær sjálvum.
“Seyðamentan er bæði matur, handverk, klædnavirkan, felagsskapur, søga og eisini siðbundið, og til tíðir, rætt og slætt hart arbeiðið. Tað er ein ríkur heimur, sum inniheldur so nógv føroyskt DNA, at vit halda, at tað er ein sjálvfylgja at deila við onnur og geva innlit í.”
Tí vilja Berghild og familjan gera tað møguligt hjá vitjandi at uppliva tann partin av føroyskari mentan og samstundis kunna njóta náttúru, bygdarlív og tann góða matin, sum eisini verður ein partur av upplivingini.
Av tí at arbeiði á garðinum hongur neyvt saman við árstíðunum, fer tað at endurspegla tær upplivingarnar, sum bjóðað verður vitjandi í summar. Vit hava tríggjar ymiskar túrar, greiðir Berghild frá.
“Tann fyrsti verður nú í mai, tá ið lembing er. Ávísar dagar í vikuni verður møguleiki at koma við at geva seyði úti í haganum. Har uppliva vit stór fylgi av seyði koma til krubburnar og ímeðan samlast smálomb í stórum riðlum og spæla saman í meðan ærnar eta seg mettar.
Í juni fara vit at síggja og fóðra veðrar, og sum tit vita, so er Selatrað staðið har várting varð hildið í gomlum døgum, og hetta fór fram júst á einari trøð hjá okkum. Vit fara gangitúr at síggja og hoyra áhugaverdar søgur um vártingstaðin, síggja tingborðið og gálgasteinin.
Og í juli, fara vit at skipa fyri arbeiðsdøgum, har møguleiki verður at hegna, hoyggja, reka ella klippa seyð. Hetta verða útvaldir dagar í juli.”
Berghild vónar at tað at gera tilfeingið meira atkomuligt og at deila upplivilsir og vitan á hesum øki, kann skapa gleði, undran og størri áhuga, og harvið kveikja størri ans og virðing fyri týdningarmikla samspælinum, millum okkum menniskju, djórini og náttúruna.
Sí fleiri upplýsingar um garðin, føroyskt seyðahald og túrarnar á heimasíðuni lamb.fo