Upphiting í Berlin áðrenn dystin í móti Póllandi

Seinasti dysturin hjá Føroyum í EM-bólkasspælinum verður klokkan 17:00

Ragnar Sjúrðarson
15. januar 2024 kl. 09:40

Eins og undan dystunum móti Slovenia og Noregi, verður skipað fyri upphiting fyri føroysku fjepparunum í Berlin í dag.

Hesa ferð er upphitingin í nýggjum høli, ið eitur Haubentaucher.

Habentaucher liggur bert ein km frá Mercedes-Benz Arena, tvs. eini 15 min til gongu. Upphitingin er frá kl. 14-17.

Eyðun & Terji og RSP seta sama fantastiska stemningin, sum teir gjørdu seinast.

Føroyar hava matematiskan møguleika at vinna seg úr bólkinum í dag, men tað verður sera trupult. Føroyar skulu vinna á Póllandi og ein málmunur á 14 skal í hús um tað skal eydnast føroyska hondbóltslandsliðnum at vinna seg til millumumfarið í EM-endaspælinum í Týsklandi.