Uppaftur fleiri fólk deyð í mótmælum í Iran

Ein níggju ára gamal drongur er millum tey níggju fólkini, ið doyðu í mótmælum, ið fóru fram í nátt

Guðrun í Jákupsstovu
2. januar 2018 kl. 14:16

Seinastu seks dagarnar eru harðlig mótmæli farin fram í Iran. Iranska fólki mótmælir iranska forsetanum, Hassan Rouhani, og prestastýrinum, við ayatollah Ali Khameini á odda.

Mótmæli eru farin fram í Iran síðan 2009. Orsøkirnar eru ein blanding av øði millum fólki um vánaliga búskapin í landinum og høgum matvøruprísum. Hendan øðin verður rættað móti áðurnevnda forsetanum og ayatollah Ali Khameini.

Seinastu seks dagarnar eru mótmælini vorðin sera ógvuslig. Og síðan í nátt, er talið av fólki, ið eru deyð í mótmælunum komið upp á 20. Har tykist ikki vera nakar skipaður felagsskapur, ið skipar fyri ymsu mótmælunum, og har er ikki eitt greitt slagorð fyri mótmælini. 

Tað var í býnum Khomeinishahr at fleiri fólk doyðu í mótmælum í nátt. Millum annað doyði ein níggju ára gamal drongur og ein 20 ára gamal maður. Báðir vóru skotnir av veiðiriflum, og tað bendir á, at teir eru dripnir av vanligum borgarum. Tað er nevniliga rættiliga vanligt, at vanligir borgarar eiga veiðiriflur. Hetta bendir eisini á, at mótmælini eru illa skipaði.

Mótmælini hesaferð byrjaðu í býnum, Mashdad, og var tað fyrst og fremst orsakað av hækkandi arbeiðsloysi í býnum, og sum áður nevnt, nógv hækkaðum prísum á matvørum. Upp á stutta tíð er prísurin á matvørum hækkaður við umleið 40 prosentum.