Unn Paturson er í uppskoti til norðurlendsku tónleikavirðislønina. Hon er innstillað fyri verk sítt “1902”, sum hon gav út í 2021.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni norden.org.
Í grundgevingini stendur millum annað at lesa, at Unn Paturson hevur megnað at nýtulkað siðbundna føroyska tónleikin á tann hátt, at tað er bæði spennandi og fangandi hjá áhoyraranum at lurta eftir.
Uppruna føroysku sangirnir verða framførdir av kvinnuliga tónleikabólkinum, KATA, har Unn Paturson eisini er partur av.
Heitið á útgávuni sipar til árið, tá siðbundin føroyskur tónleikur varð tikin upp á fonograf á fyrsta sinni.
Flestu sangirnir á útgávuni eru gamlir – nakrir stava heilt afturi frá miðaløldini.
– Lýrisku og andaligu dygdirnar á sangunum verða styrkt munandi takkað veri at elektronikkur, percussion og onnur ljóðføri ikki verða nógv brúkt á útgávuni, sum hevur við sær, at tónleikaliga útrykkið er hugtakandi, sum virkar bæði nýmótans og samstundis elligamalt, skrivar dómsnevndin millum annað í grundgeving sínari.
Vinnarin verður funnin 1. november
Vinnarin av norðurlendska tónleikavirðislønini í 2022 verður kunngjørdur á kvøldsetu, tá eisini hinar virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, tann 1. november.
Vinnarin fær, umframt heiðurin og lítlu høggmyndina “Nordlys”, eisini 300.000 krónur við sær í skjáttuni.
Norðurlendska tónleikavirðislønin hevur verið latin síðan 1965. Tveir føroyingar hava vunnið virðislønina. Í 2002 vann Sunleif Rasmussen tónleikavirðislønina fyri verkið Symfony no. 1, "Oceanic Days" og í fjør vann Eivør tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021.
Her er ein brellbiti yvir tey, ið eru í uppskoti at vinna tónleikavirðislønina í ár: