Unicef vil hava tey ríku londini at geva koppingarevni

Barnahjálparfelagsskapurin hjá teimum Sameindu Tjóðunum, Unicef, heitir á heimsins ríkastu lond at geva koppingarevni til tey minni múgvandi londini

Sigurjón Einarsson
17. mai 2021 kl. 15:15

Stendur tað til Unicef, so eiga tey ríku londini at geva milliónir av skamtum til tey minni múgvandi londini til at basa koronufarsóttini.

Barnahjálparfelagsskapurin hjá teimum Sameindu Tjóðunum heldur, at londini í G7-samarbeiðnum eiga at kunna geva 150 milliónir skamtar, uttan at tað ávirkar koppingarætlanina hjá londunum.

Skamtarnir áttu, sambært Unicef, at verið latin til Covax-átakið, sum arbeiðir fyri at fáa skamtar til tey minni múgvandi londini.

G7-londini eru USA, Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan og Stórabretland.

Covax-átakið hevur brúk fyri fleiri milliónir skamtar fyri at røkka málinum, sum varð sett fram. Hetta stendst av, at tey flestu koppingarevnini til átakið skuldu eftir ætlan framleiðast í India, har smittutrýstið er sera høgt fyri tíðina. Tí hevur India avmarkað talið av koppingarevnum, sum kann útflytast úr landinum.