Í minsta lagi 100.000 fólk metast at vera flýggjaði úr marknabýnum Rafah til ávikavist býirnar Khan Younis og Al-Mawasi, øki, ið ísraelski herurin hevur tilnevnt sum ”humaniter øki”. Hetta boðar UNICEF frá í tíðindaskrivi.
Aðalskrivari hjá UNICEF Danmark Susanne Dahl greiðir m.a. frá til Ritzau, at dystirnir í økinum serliga raka børnini úr Rafah hart, eftirsum at tey fleiri ferðir frammanundan eru rikin burtur vegna bardagarnar.
Eisini greiðir Susanne Dahl, aðalskrivari, frá, at Khan Younis er spønbumbaður eftir fyrrverandi bardagar, meðan ov lítið av plássi er í Al-Mawasi, sum vantar avgerandi infrakervi so sum ves og frískt drekkivatn.