Uni Debess & The Tomcats

Uni Debess & The Tomcats eru klárir at útgeva tað trettandu heildar útgávuna við heitinum “RED” og hetta kanst tú uppliva í Salt leygarkvøldið í SALT

Ragnar Sjúrðarson
2 tímar síðan

Uni Debess & The Tomcats er tann virknasti Rock/Blues tónleikabólkurin í Føroyum. Bólkurin hevur útgivið 12 fløgur, vunnið Prix Føroyar og valdur sum árðsins tónleikabólkur í 2005.

Teir hava spælt saman síðani 2003 og hava verið á konsertferð í: Kanada, Skotlandi, Írlandi, Danmark, Norra, Svøríki, Íslandi, Grønlandi, Shetlandi, Spanien og Føroyum.

Tónleikurin, sum Uni Debess & The Tomcats spæla, er Rock/Blues og til tíðir ógvuliga Funky.

Tú kanst vænta tær spæligleði, sum saman við einari orkufullari nýskapandi og líviligari ljóðmynd tekur teg á eina ferð í hesum spennandi tónleikaheimi.

Í sambandi við útgávakonsertin í SALT fer Fróðbiar Sóknar Bluesorkestur at ”hita upp” fyri teimum.

Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Kristian Holbæk – vokal og munnharpu. Á gittar er ein gamal kenningur frá orkestrinum – Páll Lave, sum er við á guitar hesi ferð.

Uni Debess & The Tomcats:

Uni Debess – sang, gittar
Edvard N. Debess – bass, kór
Finnur Hansen – orgul, kór
Fríði Bjørgvin – gittar, kór
Rógvi á Rógvu – trummur