Klokkan 9:11 í morgun handtók danska løgreglan ein 24 ára gamlan mann í samband við drápið í Holbæk, har ein 37-ára gomul barnakona seint hóskvøldið varð stungin til deyðis uttanfyri røktarheimið, har hon arbeiddi.
Hesum hevur løgreglan í Mið- og Vestursælandi boðað frá í tíðindaskrivi.
- Tann handtikni maðurin er undir illgruna fyri at hava framt drápið á 37 ára gomlu kvinnuni. Kanningararbeiðið koyrir framhaldandi uppá tað hægsta, og tað eru enn fleiri ting, sum skulu avgreiðast, sigur Kim Løvkvist, varaleiðari í løgregluni í Mið- og Vestursælandi.
Løgreglan hevur váttað, at tann 24 ára gamli handtikni maðurin er afghanskur ríkisborgari, eins og dripna kvinnan.
Tó hevur løgreglan enn ikki váttað, um ofri og tann ákærdi kendu hvønn annan, men sambært løgregluni fór brotsmaðurin miðvíst eftir 37 ára gomlu barnakonuni.
Tað er enn ikki greitt, júst hvat maðurin verður skuldsettur fyri. Harumframt er tað heldur ikki greitt, hvussu tann ákærdi fyriheldur seg til komandi skuldsetingina.
Handtikni maðurin skal til grundlógaryvirhoyring klokkan 9 í morgin. Ákærumyndugleikin fer at biðja um, at hurðarnar verða latnar aftur.
Les meira um drápið í Holbæk her: Barnakona dripin í Holbæk - barnið livir enn