Ungur drongur datt á skutara - fluttur á Landssjúkrahúsið

Hann var ikki í hjálmi og smekkaði høvdið í

Áki Bertholdsen
29. oktober 2023 kl. 10:04

Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Suðuroy. Tað var ein ungur drongur, sum datt á skutara. Hann kom ímóti einum kanti, og datt og smekkaði høvdið í. Hann var ikki í hjálmi, sigur løgreglan. 

Løgreglan sigur, at hann varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, og haðani var hann so fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. 

Løgreglan sigur, at eftir tí tey hava frætt, hevur hann tað gott eftir umstøðunum.

Í nátt varð eisini ein bilførari tikin í Suðuroy fyri at koyra við kenning. Hann varð steðgaður í tí vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og tá ið tað slóg út tá ið hann blásti, varð blóðroynd tikin av honum og so gongur tað sína gongd.