Ungur drongur á súkklu rendi á ein bil
Hann slapp væl frá óhappinum
Áki Bertholdsen
16. august 2024 kl. 10:19
Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havnini. Tað var ein ungur drongur á súkklu, sum koyrdi út á ein veg, men ansaði ikki eftir einum bili og rendi í síðuna á bilinum.
Løgreglan sigur, at bilførarin fekk einki gjørt fyri at forða fyri óhappinum, men at drongurin slapp væl frá tí, og fekk ongan skaða.
Uttan iva hjálpti tað væl, at hann var í hjálmi, men av trygdarávum fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Og á einum skeinkistaði í Havn komu tveir mans til ilnar í nátt. Løgreglan kom upp í og fekk skilt teir sundur, áðrenn meiri hendi. Men teir sluppu kortini ikki undan eini bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.