Ungur bilførari tikin fyri skilaleysa koyring

Hann varð meldaður inni í Eysturoynni

Áki Bertholdsen
19. mai 2024 kl. 09:24

Í nátt ringdu fólk til løgregluna at melda ein bilførara, sum koyrdi púra skilaleyst. Hetta var í bygdum øki, har hann koyrdi alt í verðini ov skjótt og hann yvirhálaði eisini uttan vit og skil. Hann koyrdi tvørtur um skákteigar í vegnum og slakaði ikki av við gonguteigar.

Løgreglan sigur, at tey fóru at leita og tey funnu bilføraran, og nú er hann skuldsettur fyri skilaleysa koyring.

Ofta verður sagt, at tað eru ungir bilførarar, sum koyra svakt, og tað vísti seg eisini í hesum føri, tí talan var um ein ungan bilførara, sum bara hevði havt koyrikortið í tvey ár.

Fleiri av hesum brotunum geva klipp í koyrikortið, men tá ið talan er um bilførara, sum hevur havt koyrikortið í styttri enn trý ár, eru reglurnar strangari, so hesin hevur sett koyrikortið í vanda.