Í gjár og í nátt hevur løgreglan gjørt fersðlukanningar runt umkring. Ringast fyri kom ein bilførari í Norðoyatunlinum, tí hann koyrdi so skjótt, at hann misti koyrikortið á staðnum.
Hann koyrdi 115, men talan var um ein blaðungan bilførara, sum bara hevði havt koyrikortið í eitt ár. Tá ið talan er um bilførarar, sum hava havt koyrikortið styttri enn trý ár, skal minni til fyri at missa koyrikortið, tí tey fyrstu trý árini eru at meta sum ein royndartíð.
Sostatt varð koyrikortið tikið á staðnum og nú má hann so taka tað av nýggjum.
Í gjárkvøldið ringdu bilførarar til løgregluna at melda ein bilførara sum koyrdi rættiliga óstøðugt og tí høvdu tey illgruna um, at hann hevði kenning.
Løgreglan fekk steðgað bilføraranum, men hann var blanka edrúur. Men talan var um ein útlending, sum ikki var vanur at koyra í Føroyum og samstundis var regn og ringt sýni, og tað var orsøkin til hann koyrdi so óstøðugt.
Í gjár varð eisini ringt til løgregluna at siga frá, at eldur var kanska í einum lastbili, sum var á veg norðureftir. Tey fingu steðga lastbilinum, men tað vísti seg, at har var eingin eldur, tað vóru bara bremsurnar, sum gingu so heitar, at tað reyk frá teimum.
Í gjár fekk ein bilførari eisini bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum á einum vegi mitt í Havnini við einvegis koyring.
Norðan fyri tók løgreglan eisini tvey fólk á prutli. Tað er ikki loyvt at vera tvey fólk á prutli, so bæði førarin, og tann, sum sat á baksetrinum, fáa bót. Og førarin fær eisini bót fyri at ljósini ikki riggaðu.
Løgreglan gjørdi eisini aðrar ferðslukanningar í nátt, men tað vóru fáir bilar at síggja, helst tí at veðrið var so ringt, og í hesum umfari varð eingin bilførari skrivaður upp.
Annars hevur veðrið hjálpt løgregluni í nátt, tí tað var so ófantaligt, at tað var lítið fólk í býnum og tey, sum vóru, vóru skjót til hús tá ið skeinkistøðini lukkaðu, so tað var friðarligt.