Í gjár og í nátt hevur løgreglan gjørt umfatandi ferðslukanningar um alt landið, heilt úr Suðuroy til Norðoyggjarnar.
Tey hava steðgað einum hópi av bilum, men tað var rættiliga gott skil á. Kortini eru tríggir bilførarar skuldsettir. Ein bilur varð steðgaður í Miðvági beint fyri døgurða í gjár og tá ið løgreglan tosaði við bilføraran, fingu tey illgruna um, at hann hevði kenning.
Og tá ið hann blásti í alkometrið, sló tað út, so nú er blóðroynd tikin av manninum fyri at staðfesta, hvussu ávirkaður hann var, og tað verður so avgerðandi fyri, hvussu hørð revsingin verður.
Beint eftir midnátt í nátt vórðu ferðmátingar gjørdar við Norðoyatunnilin. Har fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.
Men ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra 124 kilometrar um tíman. Undir vanligum umstøðum hevði revsingin fyri tað verið, at hann misti koyrikortið treytað og skuldi upp til nýggja koyriroynd og teoriroynd fyri at varðveita tað.
Men av tí at hesin bilførarin var so ungur, at hann bara hevði havt koyrikort í tvey ár, er revsingin munandi harðari, so hann fekk rætt og slætt koyriforboð, so løgreglan tók koyrikortið á staðnum.
Í roynd og veru eru tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikortu, ein royndartíð og tá skal nógv minni til, áðrenn koyrikortið rýkur.