Í gjár var løgreglan í Kollafjørði við ferðmátaranum og har vóru tey seg á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80.
Upp á eina løtu vórðu tríggir bilførarar tiknir - men teir koyrdu eisini alt ov skjótt. Ein bilførari koyri beint undir 101 kilometrar um tíman og tað merkir, at hann slapp akkurat undan at fáa klipp í koyrikortið - afturat bótini.
Ein annar koyrdi akkurát yvir 101 kilometrar í bótini, so hann bjargaði sær akkurát eitt klipp í koyrikortið, afturat bótini.
Men so var tað ein, sum koyrdi næstan 130 kilometrar um tíman.Tað var ein ungur bilførari, sum akkurát hevði fingið koyrikortið.
Av tí, at hann hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, fekk hann koyriforboð. Tað merkir, at hann má lata bilin standa til hann hevur tikið koyrikortið um aftur. Men harafturat fær hann so eisini einar 3.500 krónur í bót.
Hevði hann havt koyritkortið í longri enn trý ár, hevði hann mist koyrikortið treytað. Sostatt skuldi hann eisini tikið koyrikortið um aftur, men so hevði hann kunna koyrt, til hann fekk tað aftur - tó í mesta lagi í tríggjar mánaðir.