Ein 19 ára gamal maður er dømdur 1 ár og 4 mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp í sambandi við rúsevnakoyring.
Tað var í samband við eina ferðsluvanlukku, at hann varð ákærdur fyri óviljað manndráp. Vanlukkan hendi um kvøldið tann 19. august 2022 á Jóannesar Paturssonargøtu í Havn.
Ein 75 ára gamla maður var á veg yvir um vegin við ein gonguteig, tá ið hann var árendur. Blóðroyndir, ið vóru tiknar av ákærda, vístu, at ákærdi hevði so stóra nøgd av hassji í blóðinum og at tað varð mett at verai vandamikið fyri ferðslutrygdina. Hann brúkti eisini hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Føroya Rættur viðgjørdi málið í vikuni, og kom dómsmannarætturin í dag fram til, at 19 ára gamli maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing á 1 ár og 4 mánaðir, har 4 mánaðir vóru gjørdir treytaleysir. Tað merkir at hann skal sita í fýra mánaðir, men gera hann einki annað ólgólgligt í roynadartíðini, skal hann ikki sita restina.
Maðurin fekk eisini eitt koyriforboð og tað merkir, at hann missur koyrikortið og má taka tað av nýggjum. Somuleiðis skal hann gera samfelagstænastu í 200 tímar, umframt at hann skal verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í royndartíðini, sum er eitt ár.
Maðurin góðtók dómin, so hann er endaligur.