Leygardagin verður Sjómannadagurin í Klaksvík og ein partur av tí verður at skipað fyri eini kapping fyri kokkar, og tað verður fyrstu ferð, at ein kokkakapping er í Føroyum.
Talan er um kappingina, Arctic Young Chef, sum Norrøna Atlantssamstarvið, Nora, skipar fyri í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag.
Sostatt eru tað ungir kokkar, undir 30, sum kappast, og kappingin byrjar klokkan 10.30 leygarmorgunin, tá ið fyrsti kokkurin fer til komfýrin og grýturnar, sigur Nora í tíðindaskrivi.
Fimm ungir kokkar eru við í hesi kappingini, sum er ein undankapping í eini størri norðuratlantiskari kapping. Vinnararnir í Íslandi og Grønlandi eru funnir, og um hálvan september verður norski vinnarin eisini funnin.
Leygardagin skal so føroyski vinnarin finnast og tann stóra finalan verður í Hørpu í Íslandi í sambandi við altjóða arktisku ráðstevnuna, Arctic Circle Assembly í oktober.
Kappingin í Klaksvik er á kokkaskúlanum í Tekniska Skúla í Klaksvík og endamálið við kappingini er at seta sjóneyku á norðuratlantiska, og arktiska, matlist.
Dentur verður eisini lagdur á at brúka staðbundnar, stuttfluttar rávørur, eisini ráðvørur ið ikki verða so nógv brúktar.
Kokkarnir, sum eru við í kappingini, skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar rættir, soleiðis at fólk eisini skulu fáa høvi til at gera teir heima hjá sær sjálvum, ella á matstovum - kanska í kantinum sum gera mat til skúlar, barnagarðar og annað.
Til hvørja kapping eru krøv um hvørjar rávørur kokkarnir skulu brúka. Í Føroyum eru rávørurnar fyrst og fremst skrubba og saltfiskur, men umframt tað skulu teir eisini eitt nú brúka tara, røtur, hvíta og føroyska dild. Kokkarnir fáa so tríggjar tímar at gera ein forrætt og ein høvuðsrætt og vinnarin vinnur sær sæti í finaluni í Íslandi í oktober, umframt 10.000 krónur.
Nora sigur, at kokkarnir, sum fara at kappast í Klaksvík, eru Sebastian, Jimenez Garcia, úr Atlixco, Puebla í Meksiko, og sum er kokkur á Ræst, John Eli Kristmundsson av Skála og hann arbeiðir á Landssjúkrahúsinum, Gundur Ellingsgaard Petersen úr Fuglafjørði, sum arbeiðir á Fiskastykkinum, Jógvan Winther Poulsen úr Hoyvík, sum arbeiðir á The Shrimp í Keypmannahavn, og Mogens Højsted úr Klaksvík, og sum arbeiðir á Brandan.