Sunnudagin 15. oktobur fyllur Christian prinsur í Dannark, sonur Fríðrik, krúnprins og Mary, krúnprinsessu, 18 ár.
Í tí sambandi bjóðar Margretha, drotning í føðingardag um kvøldið, ella gallataffel, sum tey kalla tað.
Kongshúsið sigur, at hetta verður eitt kvøld fyri ungfólk, ið eru um sama aldur sum prinsurin og ungfólk úr bæði Danmark, Grønlandi, og úr Føroyum, verða boðin við, umframt teir kongligu gestirnar.
Kongshúsið sigur, at ungfólk úr úrvaldum ungdómsfelagsskapum verða boðin við, umframt ung, sum hava gjørt serliga vart við seg í ítrótti og mentan.
Harumframt verða umleiðs 200 ungfólk ymsastaðni frá í ríkinum, boðin við og í hesum sambandi stendur tað eisini føroyingum at senda tvey tvey 18 ára gomu ungfólk til Danmarkar at verða við í føðingardagshaldinum, eins og tvey 18 ára gomul úr Grønlandi eru boðin við.