Ongantíð fyrr hava tey ungu hugbundið seg í so nógvar felagsskapir, ið virka fyri at loysa alheims trupulleikar. Tey eru sera ágrýtin, og á tremur við spennandi hugskotum til nýggjar burðardyggar loysnir. Mong hugvekjandi dømi eru um hetta – millum teirra eru systrarnar Melati og Isabel Wijsens úr Bali, ið hava stovnað felagsskapin Bye Bye Plastic Bags
Ungdómurin er kallaður mangt ymiskt seinastu árini: Curling-, youtube-, Z- ella sjálfi-ættarliðið eru bert summi av spjaldrunum, ið eru sett á tey. Spjaldrini sipa mestsum til ein bólk, ið er forkelaður og bert hugsar um seg sjálvan. Hóast sannleiki allarhelst býr í hesum, so ganga tey á odda fyri at bjóða heimsins torføru avbjóðingum av. Talan er í hesum førum um tey, ið eru millum 13 og 29 ára gomul. Unga ættarliðið telur umleið ein fjórðing av heimsins íbúgvum í løtuni, og næstan 87 prosent av teimum búgva í menningarlondunum.
Unga ættarliðið veksur upp í eini tíð, sum á mangan hátt hevur betri sømdir, samanborið við undanfarin ættarlið. Millum annað er altjóða fátækradømið helvtarbýtt síðani 1990. Níggju av tíggju børnum hava í dag atgongd til skúla, og betri veiting av læknahjálp og almennum stuðli hava við sær, at vit liva bæði longur og betur. Harumframt veitur tøknin eina ørgrynnu av møguleikum, sum kann kollvelta og menna samskiftið, arbeiðishættir og lívið í heila tikið – í øllum heimspørtum. Tá tað er sagt, er ungdómurin eisini uppvaksin í eini tíð við sermerktum avbjóðingum: Veðurlagsbroytingar týna náttúruna, í tíðindunum ráða hættisligar yvirgangsatsóknir og ójavnin millum manna hevur sjáldan verið eyðsýndari.
Tey ungu bíða ikki til í morgin
Sambært árligu kanningini ”Millenials born after 1980” hjá Deloitte, heldur unga ættarliðið tað vera teirra skylda at bøta um heimsins viðurskifti. Hetta kemur millum annað til sjóndar í einum hópatali av átøkum, mótmælum, átalum og í eini størri tilvitan um fylgjurnar av nýtslu og burturkasti. Eisini verða fleiri felagsskapir stovnaðir á alnótini, ið virka fyri at tryggja burðardyggari menning, sum eitt nú at varðveita náttúruna og fyribyrgja etniskum og politiskum ósemjum.
Mong hugvekjandi dømi eru um, at ung gera mun annaðhvørt í nærumhvørvi teirra ella í altjóða høpi. Millum teirra eru systrarnar Melati og Isabel Wijsens úr Bali, ið vóru ørkymlaðar um stóru mongdina av plastiki, sum lá og sløddist á vøkru oynni. Bert 10 og 12 ára gamlar, byrjaðu tær at savna saman undirskriftir, og heita á fólk at taka skrell upp eftir sær. Tá genturnar kendu á sær, at lítið og einki broyttist gjørdust tær bert enn meiri áhaldnar. Átak teirra fekk at enda ríkisumboðsmannin í Bali at banna allari nýtslu av plastikposum í landinum. Systrarnar stovnaðu hareftir felagsskapin ”Bye Bye Plastic Bags”, sum í dag hevur breitt seg til 15 onnur lond.
Melati og Isabel eru bert eitt dømi av mongum, ið benda á, at tey ungu hava góðar eginleikar at mynda framtíðarsamfelagið. Hetta hava ymiskir felagsskapir tikið í fullum álvara, og hava sett sær fyri at styrkja røddina hjá teim ungu í samfelagnum. Millum teirra er UNILEASH, ið ger eina altjóða roynd at menna hugskotsvirksemi millum ung. Harumframt hevur Youth Development Index (YDI) fyri stuttum gjørt stórar peningaligar íløgur í málið.