Ungdómshúsið á Tvøroyri fingið nýggjan leiðara

Hon tekur við á nýggjárinum

Myndin er frá Tvøroyrar býráð
Áki Bertholdsen
23. desember 2023 kl. 12:55

Tvøroyar Býráð hevur nú Angilie J. Olsen sum nýggja  leiðari fyri ungdómshúsið á Tvøroyri. Tað skrivar Tvøroyrar Kommuna í dag.

Hennara fyrsti arbeiðsdagur er 1. Januar, tá ið hon tekur við eftir Arthur Djurhuus Poulsen, sum er settur í starv sum leiðari fyri bygda- og ungdómshúsið á Strondum, har hann, og familjanm hava bygt sær hús.

Angilie er heilsuhjálpari og hevur arbeitt í Bú- og heimatænastun hesi seinastu 12 árini, har hon eisini hevur verið bólkaleiðari.

Ungdómshýsið heldur til í Pakkhúsi 4, ella PH4 á havnarlagnum á Tvøroyri. Eitt av aðalmálinum er, at ungdómshúsið skal rúma øllum ungum á Tvøroyri.

Her er pláss fyri uttandura og innandura virksemið, alt eftir veðrinum. Børn og ung hitta sínar javnaldrar til prát, spøl, og tey kunnu eisini keypa sær okkurt gott at eta. Tey, sum bara vilja slappa av saman við sínum vinum og javnaldrum sleppa eisini tað.