Tað sá leingi út til at fara at blíva ein málleysur javnleikur, tá Skotland og Ungarn spældu í kvøld.
Talan var ikki um ein dyst, ið fer í søgubøkurnar sum ein a teimum mest undirhaldandi dystunum til hesa EM endakappingina. Eftir ein taman fyrra hálvleik við tilsamans tveimum skotum á mál, kom brádliga gongd í dystin í seinasta hálva tímanum.
Serliga vóru teir seinastu 10 minuttirnir undirhaldandi, við málmøguleikum í báðum endum. Eitt skjótálop hjá Ungarn, har Kevin Csoboth fekk seinasta fótin á, var einasta málið í dystinum – 30 sekund áðrenn dómarin bríkslaði dystin av.
Brádliga vendingin í dystinum kann helst skyldast tí at bæði liðini lógu niðast í bólkinum, Skotland við einum stigi og Ungarn við ongum. Tí máttu bæði liðini fara 'all in' ímóti endanum, tí hvørgan kundi brúka eitt stig til nakað.