Ung kvinna við down syndromi álopin í Klaksvík
Løgreglan váttar, at tilburðurin er meldaður
Áki Bertholdsen
18. juli 2024 kl. 07:52
Beint eftir døgurða, týsdagin varð ein ung kvinna við down syndromi álopin í Klaksvík.
Mamman skrivar um hendingina á Facebook og løgreglan váttar eisini, at tey kanna eitt mál um harðskap í klaksvík.
Løgreglan sigur, at tey kanna málið og tey hava verið á staðnum, har tey hava greitt frá, at harðskapurin fór fram.
Løgreglan sigur, at enn vita tey ikki, hvør tað er, sum framdi harðskapin.
Løgreglan hevur ikki meiri at siga um málið í løtuni. Men mamman skrivar, at tað fór fram á sandinum, har kvinnan kom grangandi.
Tá komu tveir yngri dreingir á súkklu framvið og teir steinaðu hana og sparkaðu hana í búkin. Mamman sóknast eftir vitnum, sum hava sæð nakað til tilburðin og heitir á tey um at siga frá.