Í hesum døgum framføra ung frá sangleikabreytini á e-NÁM sangleik á tígginda ári. Í ár framføra tey 39 ungu sangleikin Mamma Mia, sum er bygdur á kenda filmin frá 2008 við millum annað Meryl Streep og Amanda Seyfried. Framført verður við føroyskari talu, men sangirnir eru á enskum.
Tey ungu hava tað seinasta skúlaárið gingið á sangleikabreyt og hava sostatt fyrireika seg alt skúlaárið. Summi ung velja at fara víðari í tígginda flokk, tí tey vilja vera við í sangleikinum.
-Vanliga er leikurin vístur um páskini, men í ár var alt stongt um ta tíðina. Tey ungu vóru øgiliga hørm, tá vit vórðu send heim í mars. Vit hildu, at ongin leikur fór at vera í ár, men tá landið byrjaði at lata upp aftur, søktu vit um at fáa loyvi at fara í holt aftur við leikinum, sigur Marjun Djurhuus, ið saman við Bárði á Lakjuni er lærari á sangleikabreytini og skipar fyri leikinum.
Har vóru tó fleiri vikur, har tey ikki høvdu møguleika at venja orsakað av korona.
-Næmingarnir vóru øgiliga fýsin, tá tey umsíðir kundu byrja at venja aftur. Tí gekk tað skjótt hjá teimum at læra tað ið eftir var at læra av leikinum, sigur Marjun Djurhuus.
Gjøgnum skúlaárið er fríggjadagurin til at venja sangleikin burturav, men tær síðstu vikurnar hava tey vant á hvørjum degi frá 8 og onkuntíð til midnátt.
-Dagarnir eru langir, men tað vita vit jú frammanundan. Vit gera hetta, tí at vit brenna fyri tí og halda tað vera stuttligt at hava við at gera, sigur Marjun Djurhuus.
- Vit fáa eisini góða hjálp frá foreldrum. Mammur hava hjálpt at seyma búnarnar og pápar hava verið í Mentanarhúsinum og smíðað pall. Eisini skiftast foreldur um at koma til Mentanarhúsið við máltíðum til børnini, sigur Marjun Djurhuus.
Sangleikurin verður sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í døgunum 15 juni - 24 juni. Tilmælini viðvíkjandi frástøðu og handreinføri verða fylgd og tí eru einans 70 atgongumerki til hvørja sýning. Allar sýningar eru útseldar.