UNESCO-sáttmálin frá 1954 um at verja mentanarvirði í krígsstøðu eigur at verða settur í verk

Føroyar tóku undir við Haag-sáttmálanum í 2003, men eins og í flestu grannalondum okkara hevur ikki verið arbeitt miðvíst við at seta sáttmálan í verk

Almenna- og mentamálaráðið
7. desember 2024 kl. 03:59

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur fingið handað tilmæli frá føroysku UNESCO-nevndini um at seta UNESCO-sáttmálan um at verja mentanarvirði krígsstøðu í verk í Føroyum.

Grundarlagið fyri Haag-sáttmálanum frá 1954 var umfatandi oyðingin av mentanarvirðum undir seinna heimsbardaga. Hetta skapti ein tørv á altjóða standardum og tiltøkum, so at list, lutir, skjøl, handrit, bygningar og fornminni kundu vera betri vard, skuldi kríggj brostið á.

Føroyar tóku undir við Haag-sáttmálanum í 2003, men eins og í flestu grannalondum okkara hevur ikki verið arbeitt miðvíst við at seta sáttmálan í verk.

Sáttmálin, sum varð undirskrivaður í Haag í 1954, staðfestir, at mentanarvirði ikki eru lóglig álopsmál í krígsstøðu, og at mentanarvirði ikki eiga at verða brúkt sum liðir í hernaðarligum ætlanum, hvørki í friðartíð ella í krígsstøðu. Sáttmálin, við tveimum tilhoyrandi protokollum frá ávikavist 1954 og 1999, skipar verju av mentanarvirðum við skráseting, merking, tilbúgvingarætlanum og revsiásetingum fyri brot á ásetingarnar í sáttmálanum. Sáttmálin hevur eisini ásetingar um skyldur hjá krígsførandi pørtum.

 Tiltøkini við merking, skráseting og tilbúgvingarætlanum fyri mentanararvin eru, umframt at virka sum vernd í krígsstøðu, eisini viðkomandi, tá talan er um aðrar hóttanir, eitt nú av veðri, eldi, stuldri ella yvirgangi.