Tað eru fáir føroyingar sum fylgja kost-tilmælunum um at eta frukt og grønmeti hvønn dag - og tað eru eisini nógv, sum ikki nerta frukt og grønmeti yvirhøvur. Tað vísirt ein kanning, Heilsustýrið hevur gjørt um kostvanarnar hjá føroyingum.
Úrslitið varð lagt fram á ráðstevnu leygardagin um kostvanarnar hjá føroyingum og um, hvussu vit fáa fólk at eta sunnari mat.
Kanningarnar vísa, at tey yngru eta mest av neytakjøti og tey eldru eta mest fisk - og tey eldru eta eisini meiri epli enn tey yngru.
Tað eru eisini munur á kostvanunum í teimum ymsu økjunum í landinum. Sandoyingar eta nevniliga meira seyðakjøt enn onnur, og vágafólk eta oftari fisk enn aðrir føroyingar.
– Eitt sindur meira óvæntað vístu kanningin eisini, at tað bara eru fáir føroyingar, sum fylgja tilmælunum um at eta frukt og grønmeti hvønn dag - og lutfalsliga nógv eta ongantíð frukt og grønmeti. Hinvegin er innflutningurin fleirfaldaður av góðgæti, sjokulátu, kipsi, sodavatni og orkudrykkjum. Sum dømi kann nevnast, at í 1989 vórðu 10 litrar av sodavatni innfluttir fyri hvørt fólk í Føroyum. Í fjør var hetta 63 litrar fyri hvørt fólk í Føroyum - og tá er alt sodavatnið, sum verður gjørt í Føroyum, ikki talt við.
Tey vísa á, at politiskt tiltøk kunnu verða sett í verk fyri at beina føroyingar inn á betri kostvanar. Eitt nú kunnu avgjøld og stuðulsskipanir ávirka prísin á mati og góðgæti.
– Eingin beinleiðis niðurstøða varð gjørd, men ein góð byrjan hevði verið, at politiskt tiltøk verða sett í verk fyri at gera tað lættari hjá børnum og ungum at fáa heilsugóðan mat á dagtovnum og í skúlunum.