Undirskriftainnsavning: Vilja slíta handilssáttmálar við Føroyar

Bretska stjórnin hevur í sambandi við undirskriftainnsavning gjørt greitt, at Bretland er ímóti føroyskari hvalaveiðu, og at arbeitt verður móti at fáa føroyingar at skifta kós. Undirskriftainnsavningin hevur nærum 50.000 av teimum 100.000 undirskriftunum, ið krevst fyri at fáa innsavningina til viðgerar í bretska tinginum.

Steinar Patursson
27. oktober 2021 kl. 16:30

Ein undirskriftainnsavning til bretska tingið um hvalaveiðu í Føroyum ger í løtuni um seg, og bretska stjórnin hevur nú gjørt av at svara stovnaranum og teimum, ið hava skrivað undir.

Undirskriftainnsavningin biður stjórnina um at vraka allar handilssáttmálar við Føroyar, til Føroyar gevast við at drepa hval.

Undirskriftainnsavningin hevur í skrivandi løtu fingið 49,823 undirskriftir, og stjórnin hevur í gjár svarað á undirskriftainnsavningini, at Stórabretland er ímóti allari hvalaveiðu og heitir av somu orsøk á Føroyar um at gevast við at drepa hval.

- Goldsmith lordur hevur skrivað til Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra í Føroyum, fyri at vísa á mótstøðuna hjá Stórabretlandi móti hvaladrápi, serliga í sambandi við drápið av 1.428 springarum 12. september. Umboð fyri Stórabretland hava eisini givið hesum ans umvegis diplomatiskar kanalir, teirra millum IWC [Altjóða hvalaveiðunevndin, red.], sigur bretska stjórnin millum annað.

Tað ber til at seta í verk undirskriftainnsavningar beinleiðis til bretska tingið, og um innsavningarnar fáa fleiri enn 100.000 undirskriftir, skal bretska tingið taka støðu til, hvørt innsavningin skal viðgerast á tingi.

Innsavningar, ið fáa fleiri enn 100.000 undirskriftir, verða so at siga altíð tiknar til viðgerðar í bretska tinginum. Tingið kann kortini síggja burtur frá innsavningini, um evnið longu hevur verið til viðgerðar frammanundan.

Bretska stjórnin leggur aftrat, at hon fegnast um fráboðanina hjá løgmanni um, at myndugleikarnir í Føroyum skulu taka evnið um springaradráp til viðgerðar.

- Ráðharrar úr Stórabretlandi fara framhaldandi at hava samband við føroysku stjórnina í hesari tilgongdini, sigur bretska stjórnin.